SMS – søgan um ein býling í Havn

SMS er Føroya størsta og besta handilsstað, og í SMS kanst tú fáa nærum alt tær tørvar – bæði av vørum og upplivingum. Við landsins størsta og breiðasta vøruúrvali, og í tryggum og hugnaligum umhvørvi kanst tú spáka tær ein túr eftir eini handilsgøtu – undir taki. Í SMS leggja vit dent á kundan og vørutørvin. Breiddin av handlum og vørum og góða umbýtingartænasta okkara avspeglar hetta, tí fyri okkum er umráðandi, at tú trygt kanst handla hjá okkum og, at tú kanst fáa alt á einum stað. Vit leggja okkum eisini eftir at hava opið, tá tað passar tær og at skipa fyri, at tú kanst parkera trygt og gott.

Umframt stóra og breiða vøruútboðið í teimum ymisku handlunum er SMS staðið, har fólk hittast. Tey ymisku matarstøðini hava okkurt til einhvønn tørv og mangir eru gestirnir. Viðskiftafólk okkara nýta ofta høvi at seta seg eina løtu og fáa sær ein góðan bita ella ein kaffimunn. Eisini hittast mangir arbeiðsfelagir her til ein góðan døgverðabita og um kvøldarnar og í vikuskiftunum koma foreldur við børnum, ommur og abbar og ungfólk at hugna sær. Her er snøgt sagt altíð lív í.

Torgið er eisini ein sera týdningamikil partur av SMS. Her fer mangt eitt tiltakið av bakkastokki og fyriskiparir lata altíð sera væl at, tí Torgið er sanniliga ein miðdepil í bæði SMS og í Havnini sum heild.

SMS – ein sølumiðstøð í menning

Síðani SMS læt upp á heysti 1977, hevur húsið verið undir støðugari menning, og fleiri byggistig eru tikin síðani SMS kom upp at standa. Tann 26. oktober 2006 lat SMS upp aftur eftir umbygging við fleiri handlum og tilboðum. Endaliga umbyggingin við nýggjum millumbygnini millum Apotekið og Sølumiðstøðina var liðug á sumri í 2007.

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar til eitthvørt um SMS, ert tú vælkomin at skriva til okkara á sms@sms.fo

Vælkomin í SMS!
 

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost