Team Rynkeby á Torginum í SMS


9. februar 2017

Team Rynkeby Føroyar er aftur í ár partur av stóru norðurlendsku peninginnsavningini at hjálpa børnum við lívshættisligari lunga-og hjártasjúku, umframt børnum við krabbameini.

Í hesum sambandi verður skipað fyri serligum tiltaki á Torginum í SMS leygardagin 11. februar, kl 10-14. Luttakarar frá Team Rynkeby verða á staðnum at greiða nærri frá um virksemið hjá Team Rynkeby. Umframt hetta fara súkklarnir at kappast á serligu Rynkeby-súkklunum á Torginum.

Á skránni er eisini undirhald við m.a. Mariu á Lakjuni og Lekkra Swen. Skipað verður eisini fyri spurnarkapping, har høvið er at vinna gávukort frá SMS og eitt hald frá Burn.

Skráin

Kl 10.30 Fróði Bjarnason Joensen

Kl 12.45 Maria á Lakjuni

Kl 14.00 Lekkri Swen

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost