Ungt Virki á Torginum


4. mars 2019

Fríggjadagin 8. mars verður Ungt Virki í SMS, har miðnámsskúlanæmingar fara at kappast um at vinna heitið ársins Unga Virki 2019. Kappingin byrjar kl. 10.00 fyrrapart og vinnarin verður kosin kl. 17.00.

Ungt Virki er eitt tilboð til miðnámsskúlanæmingar í aldrinum 15-25 ár, sum ynskja at læra, hvussu tey kunnu menna nýggjar vørur og tænastur frá hugskoti til veruleika.

Næmingarnir, sum fara at kappast, koma frá frá Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnámi á Kambsdali og Glasi. Tey ungu hava síðani august fingið undirvísing í nýskapan og íverksetan og hava m.a. lært at menna nýggjar vørur og tænastur. Harafturat hava tey hava fingið royndir í, hvat skal til fyri at stovna og reka egið virki.

Ungt Virki skipar á hvørjum ári fyri íverksetaratiltøkum á føroysku miðnámsskúlunum í samstarvi við m.a Mentamálaráðið, Betri, Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið, SMS, vinnulívið og miðnámsskúlar. Næmingarnir hava fingið ráðgeving frá Betri, Íverksetarahúsinum og Hugskotinum, og hava harumframt fingið fíggjarligan stuðul frá Betri.

Ungt Virki 100 ár

Í ár eru tað 100 ár síðani, at YA Europe fyri fyrstu ferð skipaði fyri Ungum Virki. Árliga luttaka umleið 350.000 næmingar úr 41 evropeiskum londum í Ungum Virki, og í ár hava umleið 500 føroyskir næmingar luttikið á íverksetaratiltøkum, sum Ungt Virki í Føroyum hevur verið við til at fyriskipa.

Norðurlendskt samstarv

Í løtuni verður arbeitt við at menna eitt norðurlendskt samstarv millum Ungt Virki í Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Endamálið við samstarvinum er m.a. at menna undirvísingina í nýskapan og íverksetan og at menna eitt samstarv millum lærarar og næmingar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum.

Menna næmingar til framtíðar størv

Kanningar vísa, at næmingar, sum fáa undirvísing í nýskapan og íverksetan gleðast um at ganga í skúla og seta sær hægri mál fyri útbúgving og yrkisleið. Harumframt kenna tey, at tey hava nakað at geva samfelagnum, og tey eru bjartskygdari um framtíðina. Tey menna fakligar, persónligar og sosialar førleikar, ið eru neyðugir fyri at megna framtíðar størv bæði sum íverksetar, leiðarar og starvsfólk.

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost