Safariland í SMS

14. Juni 2021

Nú kunnu børn og foreldur gleða seg til Safarilandið, sum verður inni í SMS í summar. Vit vita, at summarveðrið í Føroyum kann vera skiftandi, og tá er gott við einum innandura spælilandi, har børnini altíð kunnu spæla í góðum veðri. Spælilandið verður á Torginum frá 14. juni til 24. juli. 

 

Í Safarilandinum kunnu børnini síggja ein giraff, leyvu, nashyrning og fíl og mong onnur djór, meðan tey samstundis kunnu læra meira um djórini. Børnini kunnu eisini hoppa, skreiða og spæla millum djórini og luttaka í kappingum. 


Hvønn gerandisdag verður djóraveiða um alt húsið, har børnini fáa okkurt lekkurt afturfyri, um tey lata lepan inn í Markaðardeildini millum kl. 10 og 16. Ein djórafrøðingur verður funnin hvønn fríggjadag, og viðkomandi kann vinna eitt SMS-gávukort upp á 500kr og eina lekkra gávu. 

 

Tað er sjálvandi ókeypis at spæla í Safarilandinum.