Søk um jólahjálp innan 16. des.

29. September 2020

Seinasta freist at søkja um Jólahjálp frá SMS er á miðnátt, mánadagin 16.des.

Jólahjálpin hjá SMS er eitt afturvendandi átak, har tað ber hjá familjum við fíggjarligum avbjóðingum at søkja um jólahjálp, sum er eitt SMS-gávukort á 1000 kr.

Endamálið við jólahjálpini er lætta um og geva børnunum møguleikan at fáa eini góð og hugnalig jól saman við sínum kæru. Jólahjálpin er serliga ætlað stakum uppihaldarum við børnum. Tó kunnu pør við børnum eisini søkja.

Søkt verður við at útfylla umsóknarblaðið umvegis heimasíðuna hjá SMS.

Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði. Søkja fleiri enn til ber at veita stuðul, verður Jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava størstu avbjóðingarnar fíggjarliga.

Søk um jólahjálp HER