Opið í dag 10.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
10.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by
Skálkur Man

2. HÆDD

Tel: 32 03 77
Facebook
Instagram
Heimasíða

Mánadag - hósdag
10.00 - 18.00

Fríggjadag
10.00 - 19.00

Leygardag
10.00 - 18.00

Sunnudag
Stongt

25 ÁR SÍÐANI

Lars Müller / Skálkur Man

Lars Müller eigur átta handlar íSMS. Handilsævintýrið byrjaði tóvið einum stórum tapi í Klaksvík,sum setti síni spor.

Í mars 2025 eru 25 ár liðin, síðan Lars Müller keypti sín fyrsta handil í SMS. Eins og hjá teimum flestu, ið hava verið saman ein silvurbrúdleypsaldur, er familjan økt. Nú eru átta SMS-handlar í samtakinum, umframt deildir í Runavík og Klaksvík.


LOGANDI FIASKO
Yrkisleiðin sum vinnulívsmaður byrjaði annars við logandi fiasko, sum kostaði tvær milliónir og hevur sett sín dám á tann persónin, sum Lars er í dag.

Vit eru seinast í september 1999. Lars og vinmaðurin, Hávardur í Stórustovu, lata handil upp í Klaksvík. Vøruúrvalið í Total er stórt – harraklæðir, damuklæðir, skógvar, barnaklæðir, ja enntá fløgur. Handilin skuldi vera eitt satt mekka hjá klaksvíkingum.


– Tá helt eg, at eg hevði stýr á øllum og visti alt innan detail, flennur Lars.


Tað gongur milt sagt illa.


– Tað er heilt galið. Vit selja onki, og longu eina viku inn í desember mugu vit seta alt niður á 20%.


Teir selja handilin, men standa eftir við risastórari skuld.


– Vit høvdu spent bogan ov nógv. Seldu ov nógv ymiskt. Og eg og Hávard stóðu fyri tí mesta av innkeypinum, men hvussu í verðini skuldu vit vita, hvussu genturnar í Klaksvík vildu ganga ílatnar. Vit hildu veruliga, at vit vóru supermenn, tá ið vit fóru í gongd við hetta. At teir vóru havnarmenn og ikki lokalir klaksvíkingar, spældi kanska eisini ein leiklut tá, heldur Lars.

ASOSIALUR
Lars keypir Skálk frá pápa sínum, Kára Müller, í mars. Hann og Hávardur bretta upp ermar og fara í
gongd. Hvørt oyra, sum loypir av, fer til at gjalda skuld frá klaksvíksævintýrinum.


– Vit høvdu onga feriu, arbeiddu seks dagar um vikuna, og vórðu jagstraðir max av kreditorum. Eg haldi, vit býttu pengar út hvønn dag. Tað, vit seldu tann dagin, royndu vit at býta til teir kreditorar, sum vóru svangast. Onkur fekk 5.000 kr ein dag, og onkur annar 3.000 kr ein annan dag.

Stóra skuldin setir síni spor.


– Fyrr var eg allastaðni og skuldi bæði hoyrast og síggjast. Tímdi væl at fara til stevnur o.a. Men trupulleikin var, at vit høvdu eisini føroyskar kreditorar, og teimum møttu vit allastaðni. So frá at vera ein super sosialur persónur, broyttist eg í 2000 til at vera ein super asosialur persónur. Tað lættasta var bara at vera heima, tí so møtti mann ongum, sum mann ikki skuldi møta.


Tað var ikki tí, at uppkrevjingarnar vóru óbehagiligar.


– Men tað var hendan skommin, at mann helt seg vera nakað, og sum absolutt miseydnaðist, greiðir Lars frá.

VEND KEMUR Í
Eftir eini trý ár er skuldin avgreidd. Í 2005 lata tey barnahandilin, Name It, upp, sum Hanna, kona Lars, fer at reka. Handilin eydnast so mikið væl, at fyritøkan av álvara kemur fyri seg. Reyðu tølini gerast svørt. Eisini batnar búskaparliga gongdin í Føroyum um somu tíð.

Stutt eftir keypa tey Sportmaster, sum eisini gerst eitt gott íkast til fyritøkuna. Í 2007 kemur ein Jack & Jones handil og síðani Gellan. Og árini eftir allir hinir. Í Gelluni stóðu Lars og Hávardur fyri innkeypinum í fyrstani – og
máttu aftur staðfesta, at teir duga ikki at keypa kvinnuklæðir.


– Vit hildu, at vit høvdu stýr á tí. Handilin var sera flottur, men tað kiksaði fullkomiliga. Vit máttu koyra nógv upp á
tilboð og mistu fitt av pengum.


FRÆLSI OG DUGNALIGIR LEIÐARAR
Vánaliga gongdin í Gelluni fær tó eina vend, tá ið tey finna ein sera dugnaligan leiðara til handilin.
Júst hetta at finna røttu fólkini at leiða handlarnar er umráðandi. Lars leggur seg ikki út í dagliga raksturin.
Leiðararnir í handlunum standa sjálvir fyri innkeypi, sølu o.ø.


– Tá ið tú hevur so nógvar handlar, noyðist tú at lata ábyrgd frá tær. Leiðararnir reka handlarnar sum teirra
egnu. Mítt arbeiði er at vera tøkur hjá teimum soleiðis, at tey hava eitt gott backup. Og eg haldi, at vit í dag
hava eitt sera gott toymi í handlunum hjá okkum, har fólk trívast og hava tað gott. Samstundis so útbúgva vit
nógv sølufólk, sum vit eru sera errin av. Kanska serliga tá mann sær aftur á gamlar næmingar, og tað gongur
gott hjá teimum.


DUGDI IKKI AT SKRIVA OG LESA
Ein hópur av vælriknum handlum og ein lesibók til 2. skúlaár. Hvat hava tey í felag?


– Eg kom úr skúlanum og dugdi hvørki at lesa, rokna ella skriva.


Eftirhondini sum fyritøkan vaks, helt Lars tað vera troyttandi altíð at biðja onnur lesa tekstir ígjøgnum, sum hann skrivaði. Hann avgjørdi at gera nakað við trupulleikan og fekk í lag, at ein lærari kom inn á skrivstovuna at undirvísa tvær ferðir um vikuna.


– Fyrsti tímin var tann mest awkwarda (pínliga) støðan,eg nakrantíð havi verið í. At vera trøllvaksin maður, sum
hevur eini 50 fólk í starvi, og so sita og stava í eini lítlari barnabók fyri 2. flokk. Eg havi ongantíð følt meg so
lítlan sum tá, sigur Lars og flennur.

Undirvísingin varaði eini 2-3 ár, og ein nýggjur heimur læt seg upp, tí nú kundi hann lesa bøkur og skriva.
Seinni hevur hann tikið heimaskiparaprógv uttan trupulleikar.

RANN GIKTAPÍNUNA BURTUR
Í nógv ár hevur Lars runnið eitt marathon árliga. Nú manglar bert ein býur til stóru medaljuna í World Marathon Majors, sum er marathonini í New York, Chicago,
London, Berlin, Boston og Tokyo. Tað er Boston Marathon, sum hann skal renna í apríl komandi ár.


Renningin hevur eina serliga søgu.


Lars fekk í 1990’unum staðfest giktasjúkuna, Morbus Becthterew, sum serliga rakar rygg og ryggjageislar.
Pínan var ring.


– Eg vigaði eini 105 kg, hevði trupult at ganga trappur og át pínutablettir 24/7.

So sigur kiropraktorurin, Ári Rasmussen, við hann, at pínan kann rennast burtur.


– Eg kláraði simpelthen onki. Men so byrjaði eg at ganga Ringvegin, og eftir eitt ár kundi eg renna nakrar
ferðir runt á graslíkinum í Gundadali. Og 2-3 ár seinni rann eg eitt marathon.


Giktapínan hvarv fullkomiliga, og Lars tekur ongan heilivág í dag.


SÚKKLING
Seinastu árini er hann eisini farin at súkkla. Eitt árið var hann við einum donskum Rynkeby-liði í Alpunum, og
í summar við einum evropeiskum liði úr Barcelona til París gjøgnum Pyreneafjøllini.


Komandi summar skal hann við einum evropeiskum liði, sum fer frá Dolomittunum í Italia, inn í Sveits, Liktinstein og síðani 500 km gjøgnum Frakland og endar í París.


Hví ikki við føroyska Rynkeby-liðnum? Ja, tað er nokk okkurt við hesum asosiala hjá mær, sigur Lars. Hann
venur tó javnan saman við føroyska Rynkeby-liðnum, og tað dámar honum væl.


FAMILJAN ER VIÐ
At konan er við í fyritøkuni hevur stóran týdning. Arbeiðið fyllir nógv og er javnan samrøðuevnið við døgurðaborðið. Var Hanna ikki partur av fyritøkuni, hevði tað neyvan kunna latið seg gjørt, heldur Lars.


Yngsti sonurin, Emil, er so ungur enn, men elsti sonurin, Jákup, starvast í fyritøkuni, og dóttirin Rebekka, sum í
løtuni er í barnsburðarfarloyvi, er leiðari í Vero Moda.
Kunnu vit rokna við fleiri handlum í Skálkur-samtakinum? Tað er ikki óhugsandi, men onki er avgjørt. Tað
ber eisini til at vaksa fyritøkuna við at fáa meira burturúr teimum handlunum, sum eru í samtakinum, sigur Lars
Müller.