Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Um SMS

SMS er Føroya størsta og besta handilsstað, og í SMS kanst tú fáa nærum alt tær tørvar – bæði av vørum og upplivingum. Við landsins størsta og breiðasta vøruúrvali og í tryggum og hugnaligum umhvørvi, kanst tú spáka tær ein túr eftir eini handilsgøtu – undir taki. Í SMS leggja vit dent á kundan og vørutørvin. Úrvalið av handlum og vørum og góða umbýtingartænasta okkara endurspeglar hetta, tí fyri okkum er umráðandi, at tú trygt kanst handla hjá okkum, og at tú kanst fáa alt á einum staði. Vit leggja okkum eisini eftir at hava opið, tá tað passar tær og at skipa fyri, at tú kanst seta bilin trygt og væl.

Umframt stóra og breiða vøruútboðið í teimum ymisku handlunum er SMS staðið, har fólk hittast. Tey ymisku matarstøðini hava okkurt til einhvønn tørv, og mangir eru gestirnir. Viðskiftafólk okkara nýta ofta høvi at seta seg eina løtu og fáa sær ein góðan bita ella ein kaffimunn. Eisini hittast mangir arbeiðsfelagir her til ein góðan døgurðabita, og um kvøldarnar og í vikuskiftunum koma foreldur við børnum, ommur, abbar og ungfólk at hugna sær. Her er snøgt sagt altíð lív í.

Torgið er eisini ein sera týdningarmikil partur av SMS. Her fer mangt eitt tiltak av bakkastokki, og fyriskiparir lata altíð sera væl at, tí Torgið er sanniliga ein miðdepil bæði í SMS og í Havnini sum heild.

SMS – ein sølumiðstøð í menning

Síðan SMS læt upp á heysti 1977, hevur húsið verið undir støðugari menning, og fleiri byggistig eru tikin, síðan SMS kom upp at standa. Tann 26. oktobur 2006 læt SMS upp aftur eftir umbygging við fleiri handlum og tilboðum. Endaliga umbyggingin við nýggjum millumbygningi millum Apotekið og Sølumiðstøðina var liðug á sumri í 2007.

Vælkomin í SMS!

Marknaðardeildin

Tel. 341910

Marknaðardeildin hevur opið soleiðis
Mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til 16.
Leygardag og sunnudag er stongt.

Um Marknaðardeildina

Høvuðsendamálið hjá Marknaðardeildini er at samskipa alla marknaðarføringina hjá handlunum í SMS. At skipa fyri øllum tiltøkum, sum eru í SMS, gera SMS-blaðið, gera lýsingabløð og aðrar lýsingar fyri SMS-samtakið.

Á Marknaðardeildini ber til at keypa tey elektronisku gávukortini, sum kunnu brúkast í øllum handlunum í SMS. Til ber eisini at keypa gávukortini á netinum. Les meira um gávukortið her.

Starvsfólk á Marknaðardeildini

Durita Nolsøe
Býlingsstjóri
Tel. 220230
T-postur sms@sms.fo

Anna Maria Sloan
Samskipari
Tel. 791920
T-postur sms@sms.fo

Linda Kølleskov
Skrivstovufólk
Tel. 593310
T-postur sms@sms.fo

________________________

Vaktir
Tel. 233438
T-postur sms@sms.fo

Henrik Kølleskov
Vaktleiðari
Tel. 233438
T-postur sms@sms.fo

Eru bráðfeingisboð viðvíkjandi SMS, kann ringjast til døgnvakt hjá SMS á tel. 233438.