Opið í dag 10.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 20.00
Miklagarður
10.00 - 20.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Umbýtingarrættur

Í SMS er felags umbýtingartænasta galdandi fyri allar handlarnar í húsinum. Viðskiftafólk kunnu tí trygt handla hjá okkum og fáa somu umbýtingartænastu í øllum handlum, tá tey hava keypt eina vøru, sum tey vilja býta um – eisini, um vøran er ein gáva.

Í sambandi við jólahandilin veita handlarnir eina serliga jólagávu-umbýtingartænastu. Hendan tænasta hevur við sær, at tú longu frá 28. oktobur kanst keypa eina jólagávu, ið býtast um í seinasta lagi 4. januar 2025. Umframt hesa hava vit eisini serliga gávu-umbýtingartænastu.

Galdandi umbýtingarrættur í SMS
Tann, ið hevur keypt eina vøru, kann býta hana um, fáa áognarseðil ella fáa peningin aftur, um treytirnar niðanfyri verða fylgdar:

1) at keyparin við kvittan kann prógva, at vøran er keypt í viðkomandi handli fyri ikki fleiri enn 12 døgum síðan (allir dagar íroknaðir), og

2) at vøran er í sama standi, sum tá hon varð keypt.

3) Umbýtingarrætturin er ikki galdandi fyri køli- og frystivørur.

Útsøluvørur og tilboðsvørur
Hevur tú keypt eina vøru á útsølu ella upp á tilboð, kann hon ikki býtast um, og peningur verður ikki endurgoldin.

Serlig umbýtingartænasta fyri jólagávur
Henda tænasta er galdandi í øllum handlum í SMS frá 28. oktobur til og við 4. januar 2025. Í hesum tíðarskeiði verður eitt serligt jólamerki klistrað á príslepan. Hetta merkið gevur kundanum rætt til at býta vøruna um ella fáa ein áognarseðil fyri vøruna. Treytin er sjálvandi, at vøran er í lagi. Hesin rættur er galdandi til og við leygardagin 4. januar 2025.