Handlar
10.00 - 19.00
Miklagarður
09.00 - 19.00
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by
Sport24

2. HÆDD

Tel: 31 95 12
Facebook
Instagram
Heimasíða

Mánadag - hósdag
10.00 - 18.00

Fríggjadag
10.00 - 19.00

Leygardag
10.00 - 18.00

Sunnudag
Stongt

3 góð ráð til at finna ein góðan renniskógv

Petur Ovi / Sport24

Petur Ovi starvast í Sport24 og hevur 3 góð ráð, til tín, tá tú skal finna ein góðan renniskógv!

1) Ansa eftir, hvørjir skógvar tú rennur í.
Serliga um tú ert nýggjur rennari ella skal í gongd eftir drúgvan steðg. Í slíkum føri er kroppurin vanliga ikki so sterkur og kann tí hava brúk fyri góðum stabiliteti og stoytdoyving fyri at verja fyri tí nógvu tyngd, ið tekur seg upp, meðan tú rennur.

2) Halt ikki altíð, at skógvarnir, sum vinfólk títt rennur í, eru teir røttu hjá tær. Vit hava ofta ymsan rennistíl, ymsa venjingarsøgu, ymsan kropsbygning og ymisk mál við okkara rennivenjing.
Alt samalt nakað, sum er eitt gott hugskot at geva ans, tá ið tú velur skógvar.

3) Tað er sum so ikki nøkur skógvamerkir, sum eru ‘betri’ enn onnur.
Asics, Saucony, HOKA, Mizuno, Adidas, New Balance og Nike eru nøkur av teimum kendastu merkjunum, sum øll eru væl dámd av ymsum grundum.

Skógvamerkini byggja sínar skógvar ymist upp og úr ymsum tilfari.
Við summum skóm er fokus upp á at vera stoytdoyvandi, aðrir eru kanska lættari. Einir triðju eru sera stabilir og við einum fjórða modelli kann fokus vera á orkuflutningin í skónum.

Hav tí ikki bara fokus á eitt ávíst merki, men ver opin fyri, at onnur merkir kunnu vera meiri optimal hjá tær.

Minst til øll hesi omanfyri nevndu punktini, tá ið tú fert út at finna teir næstu renniskógvarnar.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.