Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

MARCUS OG MARTINUS vóru í SMS!

Seinasta leygardag var tann stóra barna- og ungdómskonsertin við teimum heimskendu tvíburunum, Marcus og Martinus, í Høllini á Hálsi.

Vit í SMS vóru so heppin at fáa teir ungu norðmenninar á vitjan, tá ið teir komu at hava Kahoot-kapping saman við okkum.

Húsið var á tremur við fólki, ið vóru spent at síggja og heilsa upp á Marcus og Martinus.

Eftir eina hugnaliga løtu við Kahoot-kapping vórðu vinnararnar kosnir, og gleðin var stór, tá ið tey sluppu at møta síni mætu tónleikafyrimynd.

Vit takka fyri vitjanina, Marcus og Martinus, tit eru altíð vælkomnir aftur í SMS!

Her eru nakrar myndir: