
Várdagur í SMS Várdagur við góðum tilboðum og undirhaldi Hósdagin 1. mai verður afturvendandi og vælumtókta tiltakið Várdagur í SMS. Handlarnir, sum eru á tremur við nýggjasta vármótanum og várvørum annars, hava opið langt út á kvøldið, og samstundis verður ein ørgrynna av undirhaldi á Torginum. Lagt verður til brots beint aftan á døgurða, tí klokkan 13 bjóða vit teimum, sum eru eitt sindur eldri, til áhugaverd sofaprát. Beate L. Samuelsen, journalistur og forkvinna í Landsfelag Pensjónista fer at tosa við Onnu Rúnu Jakobsen, sum fortelur um mammu sína, sum bleiv inngift, og við Rakul Dalsgaard-Jacobsen, forkvinnu í LÍV-uttan harðskap, sum fer tosa um ágang í móti eldri. Harafturat verður eisini prát við Markus Hvannastein, formann í Tannlæknafelagnum, um tannheilsuna hjá eldri fólki. Síðan fer Robert McBirnie at syngja nakrar sangir. Nógvur livandi tónleikur Børnini vera heldur ikki gloymd, tí seinnapartin fer eingin minni enn SMS-Vox-vinnarin, Jóhanna Biritudóttir Iversen, at syngja nakrar sangir, eins og Bubu vitjar. Bubu fer at framføra ymiskt fyri teimum smærru. Flestu okkara elska tónleik, og nógvur livandi tónleikur verður at hoyra í SMS hendan dagin. Millum teirra, ið fara at syngja, eru Robert McBirnie, SMS-Vox-vinnarin Jóhanna Biritudóttir Iversen. Og so verður konsert við Eyðuni, Terja og Kim klokkan 20. Disko Bingo fyri vaksin er á Torginum klokkan 21 hóskvøldið. Vinnarin sleppur at snara eydnuhjólinum, har mann kann vinna ferð fyri tvey til Paris, SMS-gávukort og atgongumerki til bæði Tórsfest og Voxbotn. SMS letur dyrnar aftur klokkan 22 hóskvøldið. Skráin: Kl. 13: Sofaprát um pensjónistalív fyrr og nú og um tannheilsu. Gestir eru Anna Rúna Jakobsen, Rakul Dalsgaard-Jacobsen og Markus Hvannastein. Kl. 14: Robert McBirnie spælir nøkur løg Kl. 16: SMS Vox-vinnarin, Jóhanna, syngur fyri okkum Kl. 17: Bubu undirheldur Kl. 20: Konsert við Eyðuni, Terja og Kim Kl. 21: DiskoBingo fyri vaksin. Vinningar: ferðaseðlar fyri tvey til Paris, SMS-gávukort og atgongumerki til Voxbotn og Tórsfest. Síggjast í SMS!