Keypstreytir
1. ALMENNAR UPPLÝSINGAR
P/F SMS,
Á Trapputrøðni
100 Tórshavn
umsiting@sms.fo
V-tal 322407
Telefon 341900
2. GJALDING
Appin góðtekur Visakort, Mastercard og Dankort.
Upphæddin verður trekt, tá vøran er liðugt framleidd.
Tá kjøt verður keypt, verður upphæddin trekt sambært vektini ella kilo prísinum á vøruni.
Allar upplýstar upphæddir eru í donskum krónum og íroknað mvg.
Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum og tastifeilum.
3. VØRUR
Appin selur vørur og veitir aðrar tænastur í hesum sambandi.
4. HEINTAN
Vørur sum eru keyptar á appini.fo skulu heintast í valda handlinum.
5. IÐRANARRÆTTUR
Sum keypari hevur tú 14 dagar iðranarrætt, tá tú keypir frá okkum. Tó eru flestu vørur okkara matvørur, og hesar kunnu ikki takast aftur, og tí er ikki iðranarrættur á matvørum.
Skuldi okkurt verið áfatt við vøruni, ið tú hevur heintað, so verður tú vinarliga biðin um at seta teg í samband við okkum á app@sms.fo í seinasta lagi kl. 12 dagin eftir, at vøran er útflýggjað.
Til ber ikki at angra keypið við at nokta at heinta vøruna.
6. AFTURBERING
Hevur tú vøru, ið er annað enn matur, mást tú geva okkum vøruna aftur í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tú hevur sagt okkum, at tú iðrar títt keyp. Allar útreiðslur í samband við afturbering eigur keypari. Somuleiðis hevur keypari ábyrgd av vøruni í afturberingartíðini.
Iðrar tú, fært tú upphæddina aftur, ið tú hevur goldið í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tú hevur iðrað avtaluna. Endurgjald verður veitt á sama gjaldshátt, sum tú nýtti, tá tú keypti vøruna.
Handilin hevur rætt til, at afturhalda endurrindanina til vøran er afturborin.
Iðrar tú keypið, so skal vøran latast aftur til sølustaðið, har vøran varð heintað.
Hesar vørur eru ikki við í iðranarrættinum:
- Vørur, ið eru framleiddar eftir ynski frá kundanum
- Vørur, ið gerast verri ella spillast skjótt
7. REKLAMATIÓN
Sum kundi hjá okkum hevur tú 24 mðr. reklamatiónsrætt. Tað merkir, at tú antin fært vøruna umvælda, umbýtta, pengarnar aftur ella avsláttur alt eftir hvør støðan er. Tað er krav, at reklamatiónin er røtt, og at mangulin ikki er orsaka av skeivari nýtslu ella aðrari skaðiligari atferð.
Sum kundi mást tú reklamera í rímuligari tíð, eftir at mangulin er staðfestur. Verður reklamatiónin gjørd innan 2 mðr. eftir at mangulin er staðfestur, vil reklamatiónin verða rættstundis.
Er reklamatiónin røtt, veita vit endurgjald fyri (rímiligum) fraktkostnaði. Vøran skal altíð sendast aftur í tryggum pakningi og altíð saman við kvittanini, so vit kunnu endurrinda fraktkostnaðin.
Omanfyri standandi er ikki galdandi fyri feskar ella frystar matvørur.
Vørur skulu latast aftur til sølustaðið, har vøran varð heintað.
Tá tú letur vørur aftur, verður tú vinarliga biðin um at lýsa trupulleikan, so neyvt sum gjørligt.
Vit móttaka ikki vørur við eftirkravi.
8. PERSÓNSDATAVERND
Privatlívspolitikkur okkara kann lesast her
9. Klagur
Ynskir tú at klaga um títt keyp, so kanst tú seta teg í samband við app@sms.fo. Um tað ikki eydnast at finna eina loysn, kanst tú senda eina kæru til viðkomandi brúkaraumboð.