Tiltøk
Várdagur
2.05.2025
Hósdagin, 1. mai, var aftur vælumtókta tiltakið Várdagur í SMS. Allir handlarnir høvdu opið til kl. 22.00 og vóru á tremur við nógvum góðum tilboðum.
Á Torginum kundi man hoyra nógvan góðan tónleik, har Robert McBirnie, og Eyðun, Terji og Kim trinu á pallin.
Umframt góðan tónleik, var sofaprát um pensjónistalív fyrr og nú, Bubu undirhelt børnini og DiskoBingo var fyri vaksin, har man kundi vinna ferðaseðlar til París, SMS gávukort og festival atgongumerkir.
Takk fyri ein so góðan Várdag!
Sí fleiri myndir her: https://www.sms.fo/gallery/vardagur-i-sms/