Tíðindi
Tekna nýggja jólaposan
Vinn eitt gávukort upp á 2.000 krónur!
Aftur í ár fáa børn upp í 13 ár í Føroyum møguleika at koma við sínum uppskoti um, hvussu jólaposin hjá SMS skal síggja út í ár.
Eins og undanfarnu árini skal SMS hava ein jólaposa við eini fittari barnatekning á. Umframt at fáa sína tekning á jólaposan hjá SMS sleppur vinnarin at tendra jólabýin 10. novembur og fær vinnarin eisini eitt gávukort upp á 2.000 krónur frá SMS. 10 útvaldar tekningar vunna gávukort upp á 200 krónur frá SMS.
Ert tú frá einum stovni ella skúla og skalt heinta fleiri teknipappír, er best, um tú bíleggur teknipappír, áðrenn tú heintar. Skriva okkum eini boð á Facebook ella ring á tel. 341910.
50 tær bestu jólatekningarnar vera valdar út og hongdar upp í SMS, her øll hava møguleika at vera við at velja ársins jólaposa í tíðarskeiðnum frá 15. til 20. september. Tekningin, ið hevur fingið flest atkvøður, verður ársins jólaposi 2025.
Tekningin skal gerast á serliga tekniblaðið, ið kann heintast á Marknaðardeildini, og skal vera latin SMS í seinasta lagi hósdagin 11. september 2025 klokkan 12:00.
SMS skilar sær rætt til at brúka tær innkomnu tekningarnar í marknaðarføring síni og til tiltøk annars.