Tíðindi
Kom á LEGO-dagar í SMS
Mánadagin 8. septembur kl.10.00 eru spennandi LEGO-dagar í SMS. LEGO-dagarnir eru í húsinum heilt til 27. septembur.
Hagvík í SMS: Legobygdin kveikir áhugan fyri hagtølum
Hagvík er ein lítil føroysk legobygd, sum mátar pulsin á føroyska samfelagnum. Bygdin er ein pinkumynd við kendum húsum og bygningum úr øllum Føroyum.
Í turru tølunum finna vit lív og søgur um verulig fólk. Hagtøl eiga tí at upplivast. Lívið í lítlu føroysku bygdini er hendingaríkt. Smáu býlingarnir eru fullir av søgum um lív og fólk, ið verða stuðlaðar av viðkomandi hagtølum á smáum skíggjum – beinleiðis úr hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni.
Bygdin skal kveikja áhugan fyri tí týdningi, ið hagtøl hava. Hagvík er eitt hugskot, sum Hagstova Føroya hevur sniðgivið og ment.
Børnini fáa uppgávur, har tey kunnu telja lutir í bygdini og gera síni egnu hagtøl. Børnini sum svara spurningunum eru við í lutakastinum um um at vinna eitt SMS gavukort á 2000 kr.
Øll kunnu vera við
Aftur at framsýningini við føroysku bygdini ”Hagvík” eru eisini byggistøðir við LEGOkubbum, har bæði stór og smá kunnu byggja alskyns figurar. Í Kids Leikum vitjar víkingurin Eirikur tann Reyði. Har kanst tú gita, hvussu nógvir legoklossar eru brúktir til at byggja Eirik, og so ert tú við í lutakastinum um um at vinna lego frá Kids Leikum, hvørja viku.
Leygardagin 20. septembur kl.14.00 verður ein byggikapping, har børn og ung kunnu royna sítt hugflog og sínar dygdir í legobygging.
Framsýningin við føroysku LEGO-bygningunum er á Torginum til 27. septembur.