Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

LEGO byggidagur fyri børn í SMS

Í samband við LEGOdagar í SMS, skipa vit fyri einum LEGOBYGGIDEGI fyri børn upp til 12 ár.

Leygardagin 20.septembur kl.14.00 á Torginum. Vinnarin fær eitt SMS gávukort á 2000 kr.

Byggikapping fyri børn:

Hevur tú, ella ein, tú kennir, ein innara arkitekt ella byggifrøðingar í tær, so er at koma í SMS at royna seg.

Tey, sum eru við í byggikappingini, fáa 15 minutir at loysa eina byggiuppgávu, (dentur verður lagdur á hædd, styrki og arkitektur). Hvør luttakari kann læna eina byggiplátu og LEGO-klossar á Torginum.

Hvønn dag fram til 27. septembur, ber til at stuttleika sær við byggikørunum við bæði vanligum LEGO og Duplo, so bæði tey stóru og smærru kunnu byggja alskyns LEGO figurar – tað er bara hugflogið, sum setur mørk. 

Vitja Hagvík, og ver við í kappingni um eitt SMS gávukort á 2000 kr.

Hagvík er ein lítil føroysk legobygd, sum mátar pulsin á føroyska samfelagnum. Bygdin er ein pinkumynd við kendum húsum og bygningum úr øllum Føroyum.

Bygdin skal kveikja áhugan fyri tí týdningi, ið hagtøl hava. Hagvík er eitt hugskot, sum Hagstova Føroya hevur sniðgivið og ment.
Børnini fáa uppgávur, har tey kunnu telja lutir í bygdini og gera síni egnu hagtøl. Børnini sum svara spurningunum eru við í lutakastinum um at vinna eitt SMS gavukort á 2000 kr.

Í Kids Leikum vitjar víkingurin Eirikur Reyði. Har kanst tú gita, hvussu nógvir legoklossar eru brúktir til at byggja Eirik, so ert tú við í lutakastinum um at vinna lego frá Kids Leikum, hvørja viku.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.