Sunnudagin 12. oktober spælir A landsliðið við monnum HM undankappingardystir ímóti Kekkia á Tórsvølli.
Leygardagin 11. oktober kl. 15:30 – 16:15 eru spælararnir á Torginum í SMS. Kom inn í SMS og heilsa uppá A landsliðið við monnum, fá autografar og tak selfie saman við teimum.
Ókeypis plakatir av landsliðnum verða at fáa.
Tippa úrslitið av dystinum sunnudagin og ver við í lutakastinum um ein dystarbólt frá dystinum millum Føroyar og Kekkia.