Tíðindi
Fyrilestur við Tini Owild
“Fylg kensluni – ikki rákinum”
– Tá ið tú følir teg lekra, ert tú lekkur.
Tú veitst óivað, hvussu tað er:
At spegla tær og hugsa –
”Er hetta settið ov keðiligt? Ella ov nógv? Hóskar hetta til mín aldur?”
Mást tú gera minni burtur úr tær sjálvari, soleiðis at tú ikki larmar – ella torir tú at gera nógv burturúr, tí tú av sonnum hevur hug til tað?
Hví lata vit okkum framvegis stýra av reglum, sum eingin minnist hvaðani eru?
Í hesum fyrilestrinum taki eg eitt (k)erligt brókatak um tær mongu meiningarnar um, hvussu kvinnur eiga at síggja út – hvat góður stílur er, og hvat barasta ikki gongur – og eg komi við mínum boði uppá, hvussu tú finnur teg sjálva, tín glans og følir teg lekra.
Vónin er, at tú fert hugagóð og djørv avstað aftur við einum neista í eygunum – klár til at lata teg í, sum tann tú ert, og ikki tann, ið tú átti at verið.
Stílur snýr seg ikki um at fylgja rákinum og reglunum. Tað snýr seg um orku og at vera ekta. Sama stødd passar ikki øllum.
Hetta kemur Tini at greiða enn nærri frá á kvinnum kvøldinum og tit kunnu gleða tykkum.
