Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
12.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Gleð eitt barn á jólum við eini hjartagávu

Fyri børn flest er jólatíðin ein fjálg og spennandi tíð full av hugna og hjúkli. Men summum tørvar hjálp og stuðul til at røkka øllum á jólum. Tí er tað við gleði, at SMS saman við Barnabata og Posta tekur stig til Hjartagávuna, har tú kanst hjálpa, gleða og skapa jólahugna hjá børnum, sum liva í fátækaváða.

Frá 8. desembur stendur eitt jólatræ við hjartaformaðum kortum á greinunum á lítla torgi á niðastu hædd í SMS, við jólagávuynskjum frá børnum, sum Barnabati hevur fingið. Við at henta eitt kort av trænum, keypa gávuna og lata Marknaðardeildini í SMS gávuna og kortið, kanst tú gera títt til, at eitt serligt jólagávuynski í 2025 verður uppfylt.

Gávuynskini liggja millum 200 og 500 krónur. Tá ið tú hevur latið gávuna inn, syrgir Posta fyri, at barnið, sum eigur ynskið, fær jólagávuna.

Soleiðis gleðir tú ein við eini hjartagávu:

Tíverri verður ikki tikið ímóti brúktum klæðum ella leikum. Um tú vilt lata brúktar lutir, kanst tú venda tær til ein av hjálparfelagsskapunum í Føroyum.

Hetta er fyrstu ferð, at Hjartagávuátakið er í SMS. SMS, Barnabati og Posta vóna, at Hjartagávan fer at gleða børn á jólum í ár og frameftir.

Tí saman kunnu vit gera mun.