Tíðindi
SMS – Ein Matmekka í Havn
SMS er nógv meira enn ein vanlig sølumiðstøð. Mitt í hjartanum í Havn er SMS vorðið eitt livandi savningarstað, har matupplivingar, gerandislív og sosial samvera smelta saman. Um tú ert svong ella svangur eftir einum skjótum bita á ferðini ella vilt hava eina hugnaløtu saman við familju og vinum, so hevur SMS eitt fjølbroytt og spennandi úrval av matstøðum, sum hóska til einhvønn tørv.
Sushi Daily
Dámar tær sushi, lættar rættir og asiatiskar smakkir, er Sushi Daily í SMS júst staðið. Sushi Daily er eitt upplagt val til teirra, sum elska poké bowl, ramen og lekrar wok rættir. Her er dentur lagdur á feska rávøru sum fisk, rís og grønmeti ofta við smáum sósum. Sushi Daily er staðið at vitja, tá ið tú vilt hava okkurt lætt, men samstundis mettandi. Rættirnir kunnu annaðhvørt njótast á hugnaligu matstovuni ella takast heim við, sum hóskar væl til ein virknan gerandisdag.
Hornið
Umframt ein góðan kaffimun og leskiligar køkur bjóðar Hornið eisini heitan mat, sum hóskar bæði til døgurða og nátturða. Á matskránni finnur tú fleiri vælkendar rættir, ið verða gjørdir úr góðum rávørum og borðreiddir við umsorgan. Tey bjóða eisini morgunmat, sum kann tillagast heilt eftir egnum ynski, so hann hóskar til allar gestir í Horninum. Hornið er tískil staðið í SMS, har tú til eina og hvørja tíð fært eina góða máltíð.
Sunset Boulevard og Burger King
SMS er staðið, har bæði børn og vaksin trívast. Matstøðini Sunset Boulevard og Burger King eru serliga væl egnað til børn, ung og barnafamiljur. Her ber til at velja millum barnavinaligar rættir, minni portiónir og skjóta tænastu, sum ger tað lætt at sameina mat, innkeyp og gerandisresið.
Matskráin ger tað lætt at tillaga máltíðina til ymiskar aldursbólkar og tørvir. Hetta ger hesi matstøðini til eitt trygt og væl kent umhvørvi hjá nógvum familjum, sum vitja SMS.
Omaná
Ein lítlan kaffimun oman á innkeypið, so er ikki annað fyri enn at steðga í Omaná. Til ber at seta seg inn í ta sera hugnaligu kaféina og njóta okkurt søtt. Í Omaná finnur tú alt frá leskiligum brellbitum til sera vakrar kondittarakøkur umframt teirra lekra heimagjørda geletto ís. Hevur tú ikki stundir til at seta teg, ber sjálvandi til at fáa júst tað, tær hóvar, heim við. Omaná hevur eisini eina heimasíðu, har øll viðskiftafólk kunnu bíleggja køkur til eitt hvørt høvi.
Krásadeildin
Umframt vanliga úrvalið, sum mann væntar at finna hjá slaktaranum, bjóðar Krásadeildin eitt breitt og fjølbroytt úrval av leskiligum mati. Her finnur tú alt frá heitum og vælsmakkandi døgurðarættum til smyrjibreyð, tapas-tallerkar og lidnar døgurðaloysnir, sum eru klárar at taka heim við og seta beinleiðis í ovnin. Hetta ger tað lætt og skjótt hjá kundum at fáa ein góðan og heimligan døgurða.
Krásadeildin er sosatt vorðin eitt natúrligt samlingarstað mitt í Miklagarði, har góðska, smakkur og hentleiki ganga hond í hond.
Samanumtikið vísir úrvalið í SMS, at miðstøðin er vorðin eitt natúrligt mat og savningarstað fyri fólk í øllum aldri. Her ber til at velja millum alt frá skjótum familjurættum til lættar, frískar máltíðir og søtar hugnaløtur. SMS er nógv meira enn eitt stað at keypa í. SMS er eitt stað, har fólk hittist, nýtur góðan mat og fær eina góða uppliving mitt í gerandisdegnum.


















