Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Betri Oyggjaleikir avdúka maskott

Mánadagin 30. mars fæst at vita, hvør maskotturin hjá Betri Oyggjaleikum er. Á torginum í SMS verður tónleikur, nýggi maskotturin og tey, sum hava teknað, skapt og navngivið.

Á heysti í fjør komu næstan 500 uppskot um maskott inn til Betri Oyggjaleikir, tá ið teknikappingin til maskottin var fyriskipað. Burtur úr stóru rúgvuni valdi ein dómsnevnd ein maskott, sum nú verður avdúkaður fyri Føroya fólki.

Hevur tú eina fríløtu mánadagin í stillu viku, kom so ein túr í SMS, tí maskotturin kemur á torgið og vil so fegin hitta so nógvar føroyingar sum til ber.

Tey fýra, Filip, Bjarki, Jóhanna og Anna Lovisa úr Hoydølum, fara at syngja. Maskotturin sær tey, sum hava teknað, navngivið og skapt seg fyri fyrstu ferð, eins og tey seks samstørvini hjá Betri Oyggjaleikum bjóða okkurt leskiligt.

Skráin:

13.00             Vælkomin

13.05             Spírar úr Hoydølum syngja

13.15             Maskottar hjá samstørvunum vitja

13.25             Oyggjaleikamaskotturin avdúkaður

13.35             Vinnari av maskottkappingini upp á pallin

13.40             Navnavinnarar upp á pallin

13.45             Ung á klædnaatstøðisdeildini á Glasi á pallin

13.50             Spírar úr Hoydølum syngja

14.00             Ballónir og okkurt leskiligt frá samstørvunum hjá Betri Oyggjaleikum

Byrja páskafrítíðina 2026 saman við maskottinum og góðum undirhaldi. Eydna Skaale er vertur.

Síggjast í SMS kl. 13 mánadagin 30. mars.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.