Ja-takk keypstreytir
Almennt
Ja-takk er søla, har kundin bíleggur eitt ja-takk tilboð á appini fyri serligan prís. Tá bíleggingin er váttað, er avtalan bindandi millum kunda og handil.
Bílegging og gjalding
Vøran verður goldin við bílegging beinleiðis í appini og er bindandi, tá peningurin er móttikin. Kundin fær váttan við telduposti, ið innheldur vørunavn, prís, heintingtíðspunkt og heintingarstað.
Heinting av vørum
Tíðarfreist
- Vørur skulu heintast innan tíðarskeiðið, ið er upplýst í tilboðnum og á bíleggingarváttanini.
- Matvørur kunnu hava stutt heintingartíðarskeið orsakað av haldførinum.
- Vanligar treytir eru annars innan 5 yrkadagar.
- Um vøran ikki verður heintað innan freistina:
- Bíleggingin fellur burtur og peningurin verður ikki endurrindaður.
- Hetta er galdandi tí vøran kann spillast/ikki seljast víðari.
- Bíleggingin fellur burtur og peningurin verður ikki endurrindaður.
Iðranarrættur
- Iðranarrættur er ikki galdandi fyri matvørur.
- Tó hevur kundin rætt at iðra um vøran hevur skaða, haldførisdagurin er farin ella um vøran ikki samsvarar við lýsingina.
- Iðranarrættur er galdandi smb. lóg, um talan ikki er um matvørur.
- Iðranarrættur er ikki galdandi um:
- Vøran er serliga framleidd til kundan.
- Vøran er heintað og móttikin í handlinum (vanlig handilssøla).
Avlýsing
- Ein bílegging kann ikki avlýsast eftir at:
- Gjalding er farin fram.
- Um handilin av misgávum ikki kann veita vøruna verður fult endurgjald rindað.