Tíðindi
Várdagur - Ung á palli
Vón Holm Magnadóttir
Vón er 18 ár og gongur síðsta ári av miðnámi. Hon hevur sungið og spælt tónleik síðan hon var smágenta. Sangur er tað, sum fyllir mest í hennara lívi, hon følir at hon veruliga far úttrykt seg og sína hugsjón ígjøgnum tónleikin.
Ronja Rasmussen
Ronja er 21 ár og eitt spildurnýtt navn á føroyska tónleikapallinum. Hon hevur nógv uppá hjarta, og skrivar bæði sárbærar og bersøgnar tekstir. Løgini eru fangandi, og hon framførir eitt gandakent ljóðunivers sum tú absolout burdi uppliva.
Tummas Árni Dam Chrisophersen
Tummas er 18 ár og hevur sungið síðan hann var heilt lítil. Í fríðtiðini gongur hann á musikkskúlamiðnám. Tónleikur er ein av teimum stórstu tingunum í hansara livið, tí hann elskar at úttrykkja seg kreativt og tónleikur er ein av teimum bestu mátunum at gera tað.
Vár Isaksen
Vár er 22 ár og hevur sungið so langt aftur sum hon kann minnast. Tónleikurin hevur hjálpt henni ígjøgnum nógvar svárar støður. Hon kennir seg heima á pallinum og bennur fyri sangi og tónleikinum og elskar at standa á palli og framføra.
Bjarki Virgarson Trondesen
Bjarki er bert 14 ár, men er longu nú ein av fremstu ungu røddunum vit eiga. Tey flestu hava allarhelst hoyrt hann í sangrøðini Hoydalar. Bjarki elska at framføra og hevur stórar dreymar.
Vit gleða okkum at fylgja øllum teimum ungu sum koma á pallin hóskvøldið kl.20.00
