Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Føroya Bilasøla á Torginum í SMS

OMODA og JAECOO – nú eisini í Føroyum

Hetta eru stórtíðindi fyri føroyska bilmarknaðin: Føroya Bilasøla hevur júst gjørt avtalu við Chery Group. Tað merkir, at Føroya Bilasøla nú verður umboð fyri altjóða bilmerkini OMODA og JAECOO í Føroyum.

Avtalan er eitt týðandi framstig og ber við sær, at tvey av teimum mest umrøddu bilmerkjunum á heimsmarknaðinum nú verða at finna á føroyskum vegum.

OMODA og JAECOO hava upp á stutta tíð vakt stóran ans úti í heimi við nútímans sniði, framkomnari tøkni og kappingarførum prísum. Umframt tað bjóða bæði merkini 7-ára garanti.

Altjóða nýhugsan møtir føroyskum vegum

OMODA er kent fyri sítt futuristiska snið og serliga atlit at tøkni, meðan JAECOO er tiltikin fyri SUV-modellini, sum sameina luksus og off-road eginleikar.

Við hesum fáa føroyskir bilkeyparar atgongd til heilt nýggjar bilar á einum marknaði, sum higartil hevur verið merktur av meira siðbundnum bilmerkjum.

Føroya Bilasøla verður á Torginum í SMS fríggjadagin 15. mai og leygardagin 16. mai, har møguleiki verður at síggja bæði OMODA og JAECOO!