Tíðindi
Boksing í SMS
Stórt boksitiltak verður í SMS leygardagin 6. juni frá kl.10.00 til kl.18.00
Boksifelagið Tórshavn Boksing skipar fyri tiltaki á Torginum leygardagin. Skipað verður fyri sýningardystum í einum boksiringi. Dystirnir eru millum íðkarar úr feløgum í Føroyum.
Fimm dystir verða henda dagin.
Skrá:
Kl. 13.00 Teitur vs Johan
Kl. 14.00 – Karstin vs Sebastian
Kl. 15.00 – Leivur vs Mortan
Kl. 16.00 – Marko vs Carlos
Kl. 17.00 – Hans Kristian vs Philip
Í millum sparrings dystirnir, verður venjing í ringinum, bæði við okkara boksarum frá Tórshavn Boksing, og har børn og onnur fáa møguleika at fáa handksar á og boksa eitt sindur.
Eisini verður stórt tombola á skránni, og til ber at keypa t-shirts og hettutroyggjur við búmerkinum hjá Tórshavn Boksing.
Síggjast í SMS!

