Uncategorized
Ítrótta- og rørsluvika 2026: ERU TIT VIÐ?
10.09.2026
ÍSF skipar fyri Ítrótta- og rørsluviku í samstarvi við Heilsu- og orkumálaráði og Heilsustýrið. Endamálið er at fáa allar føroyingar at røra seg og í ár verður dentur lagdur á rørslu á arbeiðsplássinum.
Hesa vikuna eru vit eisini á Torginum í SMS við framsýning og kunning um rørslu á arbeiðsplássinum.
Ítrótta- og rørsluvikan verður í døgunum 14.-18. september.
“Vit heita á allar leiðarar á øllum arbeiðsplássum í Føroyum at hugsa um, hvussu tú kanst seta rørslu á dagskrá á tínum arbeiðsplássi. Tí tá leiðarar ganga á odda, flyta vit land.”
ERU TIT VIÐ?
/Ítróttasamband Føroyar, Heilsu- og orkumálaráðið og Heilsustýrið.
