Tíðindi
Samla minni til teirra sum gloyma
Leygardagin 19. september frá kl. 10.00 til 16.00 verður tiltak á Torginum í SMS í samband við 25 ára hátíðarhaldið hjá Alzheimerfelagnum.
Í oktobur fer Jens Jákup Hansen aftur til Nepal, at royna at røkka toppinum á Ama Dablam. Ferðin er samstundis ein innsavning til frama fyri Alzheimerfelagið.
Á Torginum kunnu børn og ung royna at klintra og síða undir tryggum umstøðum. Føroya Fjallabjargarafelag hjálpir til. Jens Jákup greiðir eisini frá ferðini, venjingini og frá, hví hann hevur valt at stuðla Alzheimerfelagnum.
Har verður eisini sangur, kaffi og kaka, kappingar og góður møguleiki at stuðla Alzheimerfelagnum.
Skráin:
Kl.10.00.-16.00 Síðing og klintring til børn og ung – Føroya Fjallabjargarafelag.
Kl.11.00 Jens Jákup greiðir frá sínari ferð “Samla minni til teirra, sum gloyma”
Kl.12.00 Forkvinnan í Alzheimerfelaginum, Naina Túgvastein, greiðir frá týdninginum av at hava góðar stuðlar.
Kl.13.00 Sangfuglarnir syngja
Kl.14.00 Kaffi og kaka (Hornið og Mylnan)
Kl.15.00 Don Ø signerar bøkur í Rit og Rák

