Tíðindi
Omaná fær nú nýggja leiðslu
Hendan broyting verður gjørd við virðing fyri tí, sum longu er bygt upp og við beinari kós móti framtíðini.
Malene traðkar aftur úr dagliga rakstrinum og takkar fyri seg. Hon hevur verið drívmegin í uppbyggingini av Omaná, og hennara arbeiði hevur lagt eitt sterkt og haldgott grundarlag undir fyritøkuna.
Abigail Fríða Winther hevur keypt seg inn í fyritøkuna, og tekur hon við sum stjóri og dagligur leiðari. Fríða er útbúgvin kondittari, hevur sterkan fakligan førleika og er sera dugnalig í øllum viðkomandi arbeiðsgongdum. Fríða hevur bæði kreativ evni, leiðsluligan førleika og eina sterka fakliga vitan, sum gevur henni tey neyðugu evnini at reka Omaná víðari á einum professionellum støði.
Vit eru fegin um, at Malene framhaldandi verður tilknýtt Omaná, har hon fer at ráðgeva við síni fakligu vitan, men verður hon ikki dagliga at síggja í virkinum.
Omaná fer sostatt at halda fram við sama høga støði, sum hevur eyðmerkt fyritøkuna frá byrjanini.
