Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Heystfrí í SMS 

Frá 12. til 16. oktobur er heystfrí í SMS. 

Heystfrítíðin nærkast, dagarnir styttast og (ó)hugnin er í hásæti.  

Í SMS hava vit prýtt Torgið og gjørt ein (ó)hugnaligan verkstað, har til ber at evna Halloween prýði.  

Verkstovan er burðardygg – so vit heita á øll um at taka sína egnu glaskrukku við at prýða. 

Spøkilsi hava eisini krógvað seg runt í bygninginum, so børnini kunnu fara á spøkilsisveiðu. Lepan til veiðuna fært tú á Torginum í SMS. 

Skrá: 

Mánadag-fríggjadag kl.10.00-16.00: Spøkilsisveiða 

Mánadag- fríggjadag kl.10.00- 16.00: (Ó) hugnaligur verkstaður 

Síggjast í SMS í heystfrítíðini – um tit tora!