Tíðindi
Norska kórið Kor Øst vitjar SMS
12.10.2026
Leygardagin 17. oktober kl. 13.00 fáa vit vitjan av norska kórinum Kor Øst úr Østerdalen í Noregi.
Kor Øst er eitt blandað kór við 48 sangarum úr 16 ymiskum kórum. Kórið er eitt serligt ferðakór, har sangararnir hittast nakrar ferðir um árið at venja, syngja og njóta felagsskapin.
Sangskráin er fjølbroytt og fevnir um alt frá lívligum vísum til kirkjutónleik.
Komið og njótið eina hugnaliga løtu við norskum kórsangi í SMS!
