Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

SMS - eitt livandi hús

SMS er í støðugari broyting og menning. Fyri stuttum lat nýggja kaféin, Hornið, upp í SMS og Sunset hevur fingið hamskifti, so at Hornið og Sunset hanga betri saman. Tit kunnu eisini gleða tykkum til stórar broytingar í Burger King.

Miklagarður er stongt hesar dagarnar vegna stórar umvælingar. Miklagarður letur upp aftur 26. september sum ein spildur nýggjur handil við sera spennandi og forkunnugum úrvæli.

Sama dag letur Insito upp handil í SMS. Insito hevur húsast á Toftum, og nú kemur so eisini ein deild í Havn. Insito selur klæðir og tilhoyri til kvinnur.

Tað er at fegnast um stóru og spennandi broytingarnar í SMS. Hetta hevur tó við sær nakað av arbeiðsróti og støvi, men biðja vit tykkum um at halda okkum til góðar – vit kunnu afturfyri lova eitt enn betri og livandi SMS.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.