Drívmegi í SMS
Royn tína megi í SMS!
Hvussu langt klárar tú at súkkla, rógva ella skíða í ein minutt? Klárar tú at draga ein tungan kassa ígjøgnum SMS? Ella tímir tú betur at renna runt í einum bana og gera tricks?
Alt hetta kunnu tit royna á Torginum í SMS frá 23. til 28. mai. Aftrat hesum verður tónleikur, smakkiroyndir og røður, og sjálvandi verða kappingar hvønn dag, her tú kanst vinna SMS-gávukort, skeið til Burn Klassik o.a.
Mánadag til mikudag:
Burn á Torginum
Tú kanst vinna gávukort frá Burn Fitness, SMS gávukort og hald til Burn Klassik.
Hósdagur:
STONGT – Kristi himmalsferðardagur
Fríggjadagur:
Parkour við Markus Køtlum
Tú kanst vinna parkour skógvar og SMS-gávukort
Leygardagur:
Rynkeby á Torginum
Kl. 11:00 Vælkomin
Kl. 11:30 Súkklukapping
Kl. 12:00 Hans Ravnsfjall syngur
Kl. 12:30 Hanna Ovadóttir heldur røðu
Kl. 13:00 Súkklukapping