Eg fekk at vita, at eg ikki fór at blíva eldri enn 30 ár
Ragnar Isaksen / Skálkur Man
40 ára gamli Ragnar Isaksen hevur orku og treiskni, sum læknar og fólk flest ikki skilja. Hann hevur ta ólekjandi lungnasjúkuna cystiska fibrosu, og longu sum ungur drongur fekk hann deyðadómin at vita. Læknarnar søgdu, at hann helst ikki gjørdist eldri enn 30 ár. Tíbetur fóru læknarnir skeivir. So dyggiliga skeivir. Tí síðan hevur Ragnar runnið maraton, súkkla í gula Rynkeby-toyminum og er fyltur 40 ár. Hann hevur starvast í klædnavinnuni í 14 ár, og er í dag leiðari í Skálkur Man. Hann er kendur fyri at vera blíður, nærlagdur og sera prátingarsamur. Hjá honum snýr tað seg ikki bara um at selja, men at møta kundunum, har teir eru, soleiðis at teir fáa eina góða uppliving og væl skikkaða ráðgeving í handlinum
Fólk flest fara inn í ein handil at hyggja og kanska keypa. Men í Skálki Man í SMS er øðrvísi. Her koma fleiri fólk inn at práta og at fáa góða ráðgeving. Tí tað er neyvan nakrastaðni í landinum, at tað fæst betri ráðgeving um klæðir til menn enn júst her í Skálki Man.
– Eg gangi øgiliga høgt uppí detaljurnar í handlinum. Serliga, at alt liggur rætt og hongur upp á millimeturin. Eg ivist ikki í, at kundin trívist betur í handlinum, um skil er í galskapinum. Og sum tú sært, so sæst tað eisini aftur, greiðir hann frá. Eg haldi ikki, at nakar annar handil í kongaríkinum, sum er so flottur sum okkara, leggur hann aftrat.
Tað er mánamorgun, og Ragnar Isaksen úr Kvívík er til arbeiðis. Tað tykist, sum kennir hann øll, ið koma inn. Hann heilsar blídliga og ger sær stóran ómak at lurta eftir kundanum og hjálpa teimum, tá ið tey spyrja um eitthvørt.
“Eg ætli at keypa okkurt, ið líkist tí, eg plagi at gangi í,” sigur ein maður, og Ragnar er fúsur og veit beinavegin, hvat viðkomandi meinar við.
Í Skálki Man er eingin betri enn nakar annar
Tú sært tað ikki beinavegin, men Ragnar er leiðari í Skálki Man. Tó heldur hann seg ikki aftur við at veita góða kundatænastu og at halda handilin nossligan.
– Í Skálki Man arbeiða vit øll saman, og eingin er betri enn nakar annar. Bara tí eg eri leiðari, eri eg ikki hægri enn starvsfólkini hjá mær. Gamaní er tað ein, ið tekur endaligu avgerðirnar, men tað er einki, ið skal merkjast í gerandisdegnum.
Somuleiðis gevur hann sær tíð at práta við tey, ið koma inn, uttan at tey keypa og leggja pengar eftir seg. Øll verða viðfarin eins, tí hjá Ragnari hevur tað stóran týdning, at øll, ið koma inn í handilin, kenna seg væl. Og tað er ikki nøkur trupul uppgáva hjá Ragnari, tí menniskjansliga medvitið og tað at duga at møta øllum fólki, hevur hann bara í sær.
– Eg elski at møta nýggjum fólkum og at práta við fólk. Og tað er eisini neyðugt, skalt tú vera í hesi vinnuni. Fyri at veita góða og skikkaða tænastu til kundan, er neyðugt at byggja eitt samband upp. Kundin skal jú ikki bara gjalda fyri vøruna, men eisini mítt selskap og ráðgeving, um hann vil tað. Somuleiðis gangi eg høgt uppí, at huglagið í handlinum er ósnobbut. Tað vil eg ikki hava, tí øll eru líka nógv verd, bæði tey, ið hava ráð at keypa fyri nógvar pengar, og tey, sum ikki eiga so nógvar pengar.
– Eg eri næstan uppvaksin í SMS
Tú sært beinanvegin, at Ragnar trívist væl í starvinum og onkursvegna kennir seg sum heima. Tað er heldur ikki løgið, tí hann hevur havt sína dagligu gongd í SMS, síðan hann var smádrongur.
– Eg eri næstan uppvaksin í SMS. Mamma arbeiddi sum leiðari í Perluni í mong harrans ár, og sum ungur drongur fór eg at hjálpa til við at rudda av borðinum og vaska upp í matstovuni.
Hetta vísti seg at vera byrjanin til eina langa yrkisleið í SMS-bygninginum. Í 2001 byrjar hann í klædnahandlinum Deres í SMS. Sama staðseting, sum Ragnar 22 ár seinni arbeiðir, tó ikki í Deres, men Skálkur Man. Longu tá gjørdist greitt, at honum dámdi væl at arbeiða í klædnavinnuni og við kundatænastu.
– Fleiri føroyskir menn vilja ikki hava ráðgeving. Ikki tí at teir eru so øgiliga forfongiligir, men tí teir heldur ikki tíma ikki at síggja út sum kloddafil. Teir vilja vera væl klæddir uttan at vísa tað ov nógv. Ofta eru tað teir, sum eru best fyri fíggjarliga, ið vísa minst, sigur hann.
Í 2003 fór hann í læru í Skálki. Tá var tað bara ein handil. Í dag er fyritøkan nógv vaksin og fevnir um átta handlar. Tó hevur Ragnar ikki bara starvast í klædnavinnuni. Eitt skifti arbeiddi hann á kryvjivirki og síðan sum málari. Hann hevur verið skrellimaður, handilsleiðari, átt klædnahandil, selt bilar og arbeitt í fyritøku.
– Eg havi ongantíð verið bangin fyri at arbeiða, sigur hann brosandi. Eg vænti, at eg eri komin aftur til klædnavinnuna hvørja ferð, tí eg ongantíð havi smekkað við hurðini, tá ið eg eri farin. Tá er lætt at koma aftur. Grundin er eisini, at eg dugi tað. Tað tori eg væl at siga. Og sum menniskjum flest, dámar mær at arbeiða við tí, sum eg dugi, sigur Ragnar.
Og nei, Ragnar er ikki bangin fyri at arbeiða. Hann elskar at arbeiða. Hóast drúgvu og ymsu arbeiðsroyndirnar, vendi hann aftur til klædnavinnuna, og í dag hevur hann starvast í vinnuni í eini 14 ár.
– Seinastu seks árini havi eg havt ábyrgdina av at hjálpa øllum handlunum í samtakinum. Eg havi onkursvegna virkað sum eitt slag av høgguslokki, og júst tað hevur mær dámt væl. Eg havi ongantíð ætlað at gerast leiðari, og av tí sama eri eg heldur ikki blivin settur. Men í summar bleiv øðrvísi. Tá gavst leiðarin í Skálki Man, og tá bleiv beinanvegin heitt á meg. Faktiskt segði eg nei, men eg veit ikki. Eg endaði sum leiðari hóast alt, greiðir Ragnar brosandi frá.
– Eg fekk at vita, at eg fór ikki at blíva eldri enn 30 ár
Ragnar er kendur fyri at orka væl og vera arbeiðssamur. Og tað er hann eisini. Men veruleikin er, at aftanfyri tann raska arbeiðsmannin, liggur stórt treiskni. Tí Ragnar eigur ikki av natúrligum ávum hond at vera so væl fyri. Hann hevur ta ólekjuligu lugnasjúkuna cystiska fibrosu. Ein sjúka, ið hevur nógv hjáárin. Eitt nú, at lugnafunktiónin er vánalig. Men hetta sæst als ikki á Ragnari.
– Eg taki næstan 120 tablettir um dagin, og sjálvsagt er orkan minni enn hjá fólki flest. Eg hugsi viðhvørt, at tað hevði verið lættari, um eg manglaði eitt bein ella ein arm. Tí tann, sum ikki kennir meg, hevur ilt við at síggja, at eg eri sjúkur. Men tað, sum eyðkennir fleiri okkara, ið hava cystiska fibrosu, er, at vit geva ikki upp. Vit eru treisk, sum eg veit ikki hvat.
Ragnar ger tó alt, hann kann, fyri at vinna meira orku. Hann hevur altíð íðkað nógvan ítrótt, og ofta gjørt meira, enn ein kann ímynda sær, at ein við cystiskari fibrosu orkar og megnar.
– Tá ið eg var tólv ára gamal, søgdu læknarnar við meg, at eg fór ikki at verða eldri enn 30 ár. Tá tóktist ein 30 ára gamal maður fyri mær at vera ein gamal maður. Men hetta minnist eg enn ilt á. Læknarnar hava helst ikki vitað, at hetta kanska ikki var tað besta at hoyra hjá einum ungum drongi. Men tá ið tað er sagt, var hetta var ein heilt onnur tíð. Cystisk fibrosa var ikki so kend, sum hon er í dag.
Fyri tveimum árum síðan broyttist lívið hjá Ragnari. Tað var, tá ið hann fekk nýggja heilivágin Kaftrio. Nú varð ikki longur neyðugt at fáa masku og ferðast ofta niður til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið. Kaftrio heilivágurin heldur sjúkuni niðri og leingir lívið. Hetta hevur broytt alt hjá Ragnari. Men treisknið er óbroytt og hevur altíð verið hitt sama.
– Eg visti tíðliga í lívinum, at um eg skuldi fáa orku, var eg noyddur til at brúka nógva orku. Tí havi eg altíð vant nógv. Í 2009 setti eg mær fyri at renna eitt maraton. Hetta var ikki gjørligt, søgdu læknarnar. Men eg hugsaði ikki so nógv um tað. Helt fram við at venja og gjøgnumførdi maratonið. Eg minnist, hvussu ovfarnir læknarnir vóru. Hetta skuldi jú eitast at vera ógjørligt. Eftir tað bleiv eg spurdur, um at eg kundi brúkast sum dømi til ymsu heilsuvísindaligar ráðstevnurnar hjá læknunum. Og eg segði sjálvandi ja.
– Í SMS eru vit sum ein familja
Meðan Ragnar greiðir frá, leggi eg merki til, at hann nevnir fleiri fólk í Skálki samtakinum og SMS, sum hava starvast í húsinum í fleiri ár. Tað er einki at ivast í, at trivnaðurin millum starvsfólkini verður raðfestur, og at hugsað verður um tey, ið hava ymist at stríðast við.
Ragnar vísir á, at samtakið altíð hevur havt fyrilit við sjúkuni hjá honum. Tann einasti, sum ikki hevur dugað so væl at góðtaka, at orkan vantar, er Ragnar sjálvur, og tí er tað viðhvørt soleiðis, at Ragnar dugir ikki at siga frá.
– Eg krevji nógv av mær sjálvum. Somuleiðis krevji eg nógv av øðrum. Tað sæst eisini í handlinum. Eg vil hava, at alt er perfekt. Sum leiðari gangi eg høgt uppí, at fólk sleppa at gera tað, tey duga allarbest. Øll eru ikki sterk á øllum økjum. Eitt nú er tað onkur, ið dugir væl at fáast við teldur, meðan onnur duga best at halda handilin penan og reinan. Hjá mær liggur styrkin í tí seinna. Og eg eri kanska í so ekstremur. Alt skal liggja rætt og neyvt. Reinførið skal eisini vera 100 prosent, bæði úti í handlinum og aftanfyri handilin og inni á vesinum. Men fremst av øllum, er tað tænastan, sum er týdningarmest, greiðir hann frá.
– Lívið er eingin sjálvfylgja
Fleiri kundar koma inn í handilin. Ragnar tekur væl ímóti teimum og fer at tosa um leyst og fast. Ein spyr, um Ragnar kann hjálpa við at finna onkrar buksur, ið sita væl. Ragnar ger skjótt av. Sum hann longu veit, hvørjar buksur kundin meinar við. Hann avgreiðir søluna og fer síðan aftur til stroks at hampa um í handlinum. Tá ið Ragnar verður spurdur, um hann kennir fólkini, ið júst vóru í handlinum, svarar hann:
– Kenni ikki navnið. Eftirhondini havi eg møtt teimum so ofta, at eg kanska føli, at mann kennist. Júst hasir kundarnir eru nakrir, ið hava fylgt mær, har eg havi verið. Bæði í Handilskjarnanum, í Skálki í Runavík og so víðari. Teir vita, at eg kann hjálpa teimum. Tí er samband við kundan so umráðandi, um tú skalt selja og ikki minst at kunna veita góða ráðgeving.
At vera til staðar og hjálpa fólki, har ein er, er nakað, ið liggur hjartanum nær hjá Ragnari. Tá ið hann er í býnum, verður hann steðgaður, tí fólk vilja spyrja hann um eitthvørt til veitslur, verður hann nógv spurdur um at binda slips. Bæði í tí smáa og tí stóra roynir hann at hjálpa og ikki minst vera til staðar, har hann er. Tí lívið er ikki nøkur sjálvfylgja. Tað hevur hann kent á egnan kropp, eftir øll árini, hann hevur verið sjúkur, og eisini, tá ið hann fyri einum ári síðan so brádliga misti systrina eftir stutta sjúkralegu. Í uppvøkstrinum var tað jú ikki systurin, men Ragnar, ið var tann sjúki.
– Eg havi ofta hugsað, um tað er snilt hjá mær at seta børn í verðina. Men eg havi tað so mikið gott, at sannlíkindini fyri, at eg doyggi á ungum árum av cystiskari fibrosu, eru lítil. Børnini er jú tað allarstørsta, ein kann uppliva, um ein ynskir sær børn væl at merkja. Tankarnir, um at eg skuldi fara frá teimum tíðliga, fylla ikki longur hjá mær. Heilivágurin, eg havi fingið, er so mikið góður. Haraftrat havi eg upplivað, at lívið háttar seg sjáldan júst soleiðis, sum ein ímyndaði sær. Tá ið eg í fjør misti systir mína av krabbameini, bara 45 ára gomul, kom tað alt í annað sjónarhorn. Hon hevur ongantíð verið sjúk annars. Tað var jú eg, sum var tann sjúki, og tann, ið skuldi fara tíðliga. Tí er einki ein sjálvfylgja longur, sigur Ragnar Isaksen.