Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Alvaró letur upp í SMS

Hósdagin, 13. juni letur Alvaró upp í SMS við nógvum góðum tilboðum, og vit gleða okkum til at kunna bjóða okkara smæstu gestum barnaútgerð og klæðir av høgari vistfrøðiligari og burðardyggari dygd.

Møðgurnar Ásvør og Hallgerð Færø eiga Alvaró. Síðan januar 2018 hava tær hildið til í Sverrisgøtu í Havn, har tær hava selt og vegleitt viðskiftafólki í tryggastu og umhvørvisbestu bilstólum, borðstólum, leikum og seingjarklæðum og øllum tí, ið hoyrir til í einum barnahandli. Nú er handilin snøgt sagt vorðin ov lítil til vaksandi úrvalið, og tí gleða tær seg at sleppa inn í tey rúmligu hølini í SMS.

Hósdagin letur Alvaró -30% av øllum vørum frá Mega Bloks, Vanilla Copenhagen, Baby Art og Earth Friendly Baby.

Millum tilboðini:
– Pure Touch, vanliga 139,95, upplatingardagin 97,96.
– Seingjarhimmal, vanliga 499.95, upplatingardagin 349,96.
– Mega Bloks, pakki við 60 stk, vanliga 269,95, upplatingardagin 188,96.
– Earth Friendly Baby er vistfrøðilig vælverurøð úr natúrligum tilfari. Ecocert Greenlife góðkend.

Vit gleða okkum at síggja teg! 💕