Ansa væl eftir húðini í summar
Asloy Winther Johnsen, / The Body Shop
Vit vilja øll at hava sunna og góða húð. Eisini um summarið. Her eru nøkur góð ráð um, hvussu tú kanst fáa ein flottan summarlit og samstundis syrgja fyri, at húðin hevur tað gott.
Nýt andlitsrøkt við sólfaktori í
Tað er einki dulsmál, at ov nógv sól kann hava ringa ávirkan á húðina. Brúkar tú krem við sólfaktori í, verjir tú húðina, soleiðis at hon ikki fær óneyðugan sólskaða, pigmentplettar og/ella rukkur.
Tað ber væl til at fáa summarlit, hóast tú brúkar sólfaktor. Tað snýr seg um at byggja litin spakuliga upp, soleiðis at tú ikki skáldar húðina. Hetta ger, at tú fært ein vakran og sunnan summarlit.
Krem við sólfaktori sum Asloy viðmælir:
Andlitskrem: Vitamin C Glow-Protect Lotion SPF30, ella Aloe Moisture Lotion Spf 15 til alla húð. Skin Defence Multi- Protection Lotion SPF50 er gott fyri sera viðkvæma húð. Minst til varrarnar, sum eisini hava brúk fyri sólfaktori í sólini:Skin Defence Protective Lip Balm spf 50
Tá ið sólin brádliga skínur, og tú hevur gloymt at brúka andlitsrøkt við sólfaktori, er gott at hava Skin Defense Multi-protection Face Mist SPF30 í taskuni. Tað er eitt lætt facemist, ið fer skjótt inn í húðina og verjir hana fyri UVA- og UVB-strálum. Tú kanst brúka tað bæði við og uttan make-up.
Make-up
Vilt tú hava eina lætta og natúrliga sminku í tí góða veðrinum og samstundis fáa eitt sindur av sól, ber til at fáa foundation, sum hevur sólfaktor í sær og verjir húðina fyri UVA- og UVB-strálum. Eitt nú Fresh Nude Tinted Beauty Balm Spf 30 sum er eitt lætt og natúrligt BB cream við farvu.
Um skaðin er hendir
Best er at fyribyrgja, at húðin fær ov nógva sól, men um skaðin er hendur, er sera gott at smyrja lekjandi krem á húðina. Eitt nú krem við aloe vera í, sum kølir húðina og hjálpir henni at lekjast skjótari.
Aloe Multi-use Soothing Gel kann brúkast til bæði kropp og andlit.
Asloy Winther Johnsen, The Body Shop