Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
12.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Ja-takk keypstreytir

  1. Almennt
    Ja-takk er søla, har kundin bíleggur eitt ja-takk tilboð á appini fyri serligan prís. Tá bíleggingin er váttað  av handlinum, er avtalan bindandi millum kunda og handil.
  1. Bílegging og gjalding
    Vøran verður goldin við bílegging beinleiðis í appini og er bindandi, tá peningurin er móttikin.
    Kundin fær váttan við telduposti, ið innheldur vørunavn, prís, heintingtíðspunkt og heintingarstað.
  1. Heinting av vørum
    Tíðarfreist:
    1. Vørur skulu heintast innan tíðarskeiðið, ið er upplýst í tilboðnum og á bíleggingarváttanini.
      1. Matvørur kunnu hava stutt heintingartíðarskeið orsakað av haldførinum.
      2. Vanligar treytir eru annars innan 5 yrkadagar, um ikki annað er upplýst.
    2. Um vøran ikki verður heintað innan freistina, fellur bíleggingin burtur, og peningurin verður ikki endurrindaður.
  1. Iðranarrættur
    1. Iðranarrættur er ikki galdandi fyri matvørur.
      1. Tó hevur kundin rætt at iðra um vøran hevur skaða, haldførisdagurin er farin ella um vøran ikki samsvarar við lýsingina.
    2. Iðranarrættur er galdandi smb. lóg, um talan ikki er um matvørur.
    3. Iðranarrættur er ikki galdandi um:
      1. Vøran er serliga framleidd til kundan.
      2. Vøran er keypt beinleiðis í fysiska handlinum (vanlig handilssøla).
  1. Avlýsing
    1. Ein bílegging kann ikki avlýsast eftir at:
      1. Gjalding er farin fram.
    2. Um handilin av misgávum ikki kann veita vøruna verður fult endurgjald rindað.