Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Keypstreytir

1. ALMENNAR UPPLÝSINGAR

P/F SMS,
Á Trapputrøðni
100 Tórshavn
umsiting@sms.fo
V-tal 322407
Telefon 341900

2. GJALDING

Appin góðtekur Visakort, Mastercard og Dankort.

Upphæddin verður trekt, tá vøran er liðugt framleidd.
Tá kjøt verður keypt, verður upphæddin trekt sambært vektini ella kilo prísinum á vøruni.

Allar upplýstar upphæddir eru í donskum krónum og íroknað mvg.

Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum og tastifeilum.


3. VØRUR

Appin selur vørur og veitir aðrar tænastur í hesum sambandi.

4. HEINTAN

Vørur sum eru keyptar á appini.fo skulu heintast í valda handlinum.

5. IÐRANARRÆTTUR

Sum keypari hevur tú 14 dagar iðranarrætt, tá tú keypir frá okkum. Tó eru flestu vørur okkara matvørur, og hesar kunnu ikki takast aftur, og tí er ikki iðranarrættur á matvørum.

Skuldi okkurt verið áfatt við vøruni, ið tú hevur heintað, so verður tú vinarliga biðin um at seta teg í samband við okkum á app@sms.fo í seinasta lagi kl. 12 dagin eftir, at vøran er útflýggjað.

Til ber ikki at angra keypið við at nokta at heinta vøruna.

6. AFTURBERING

Hevur tú vøru, ið er annað enn matur, mást tú geva okkum vøruna aftur í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tú hevur sagt okkum, at tú iðrar títt keyp. Allar útreiðslur í samband við afturbering eigur keypari. Somuleiðis hevur keypari ábyrgd av vøruni í afturberingartíðini.

Iðrar tú, fært tú upphæddina aftur, ið tú hevur goldið í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tú hevur iðrað avtaluna. Endurgjald verður veitt á sama gjaldshátt, sum tú nýtti, tá tú keypti vøruna.

Handilin hevur rætt til, at afturhalda endurrindanina til vøran er afturborin.

Iðrar tú keypið, so skal vøran latast aftur til sølustaðið, har vøran varð heintað.

Hesar vørur eru ikki við í iðranarrættinum:

7. REKLAMATIÓN

Sum kundi hjá okkum hevur tú 24 mðr. reklamatiónsrætt. Tað merkir, at tú antin fært vøruna umvælda, umbýtta, pengarnar aftur ella avsláttur alt eftir hvør støðan er. Tað er krav, at reklamatiónin er røtt, og at mangulin ikki er orsaka av skeivari nýtslu ella aðrari skaðiligari atferð.

Sum kundi mást tú reklamera í rímuligari tíð, eftir at mangulin er staðfestur. Verður reklamatiónin gjørd innan 2 mðr. eftir at mangulin er staðfestur, vil reklamatiónin verða rættstundis.

Er reklamatiónin røtt, veita vit endurgjald fyri (rímiligum) fraktkostnaði. Vøran skal altíð sendast aftur í tryggum pakningi og altíð saman við kvittanini, so vit kunnu endurrinda fraktkostnaðin.

Omanfyri standandi er ikki galdandi fyri feskar ella frystar matvørur.

Vørur skulu latast aftur til sølustaðið, har vøran varð heintað.

Tá tú letur vørur aftur, verður tú vinarliga biðin um at lýsa trupulleikan, so neyvt sum gjørligt.

Vit móttaka ikki vørur við eftirkravi.

8. PERSÓNSDATAVERND

Privatlívspolitikkur okkara kann lesast her

9. Klagur

Ynskir tú at klaga um títt keyp, so kanst tú seta teg í samband við app@sms.fo. Um tað ikki eydnast at finna eina loysn, kanst tú senda eina kæru til viðkomandi brúkaraumboð.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.