Miklagarðsapp treytir
Her kanst tú lesa um tíni og okkara rættindi og skyldur viðvíkjandi tínum limaskapi í appini hjá Miklagarði.
Privatlívspolitikkur (GDPR) okkara kann lesast her.
- Um Miklagarðsappina
- Tilmelding
- SMS profilur og Stamdátur
- At virkja limafyrimunir
- Broytingar
- Limafyrimunir
- Uppsøgn og úrmelding
- Mishald
- Trygd og verja móti misnýtslu
- Persónsupplýsingar
- Virðisseðlar (vouchers)
- Innkeypslisti
- Talgild kvittan
- Frískleikagaranti
- Lokalt niðursettar vørur
- Kundatænasta og klagur
- Gildi og ábyrgd
1. Um Miklagarðsappina
- Miklagarðsappin er ein kundaskipan, har tú sum kundi hevur atgongd til nakrar fyrimunir, t.d. praktiskar funkur, serligar fyrimunir, sertænastu, persónligar prísir, kappingar v.m. (undir einum ”Fyrimunir”).
- Tú kanst taka appina niður í Google Play og App Store. Treytirnar fyri sjálva installeringina á tíni telefon eru at finna har, ið tú tekur appina niður.
2. Tilmelding
- Tú skalt vera fylt/ur 18 ár fyri at melda teg til og gerast limur í appini.
- Limaskapurin er persónligur og kann ikki nýtast av øðrum persónum, hvørki í ella uttan fyri húski títt.
- Tá tú meldar teg inn í appina gert tú avtalu við P/F SMS, V-tal 322407, Á Trapputrøð, 100 Tórshavn, teldupostur: umsiting@sms.fo (eftir hetta nevnt “SMS” ella “vit”).
- Stovning av limaskapi er ikki keypstreytað.
- Fyri at kunna melda teg til appina, skalt tú installera appina og fullgera stovningstilgongdina, har tú skalt góðtaka hesar treytir (eftir hetta “treytir” ella “Treytir”) og privatlívspolitikkin fyri appina sum lýsir okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
- Fyri at virka til fulnar krevur appin, at tú hevur eina snildfon við atgongd til App Store ella Google Play.
- Tað er tín ábyrgd at lesa og seta teg inn í treytirnar, undir hesum eisini møguligar broytingar.
3. Brúkari og Stamdátur
- Tú verður biðin um at stovna ella rita inn við tínum profili, tá tú nýtir appina fyrstu ferð.
- Sum liður í tilmeldingini til appina verður tú biðin um at veita nakrar upplýsingar. Hesar innritanarupplýsingar, t.v.s. tín teldupostadressa, postnummar og títt loyniorð, eins og tann einstaka eyðmerkingin (Token), sum verður knýtt at tilmeldaða gjaldkortinum (sí eisini part 4 um at virkja limafyrimunir), vera allar stamdátur í tínum profili (eftir hetta nevnt “Stamdátur”).
- Í samband við viðgerðina av Stamdátum sum liður í tínum profili vísa vit á privatlívspolitikkin fyri profilin, sum tú finnur her.
4. At virkja limafyrimunir
- Tú kanst gera tínar limafyrimunir virknar við at skráseta eitt ella fleiri gjaldskort til tín app profil. Skrásettu kortini fáa síðani eina serstaka eyðmerking, so at kortini kunnu nýtast til at eyðkenna teg sum lim, tá tú keypir í Miklagarði. Tú kanst til einhvørja tíð skifta til eitt nýtt kort í appini.
- Tú kanst nýta ávísar funkur í appini uttan at hava skrásett gjaldskort t.d. uppskriftir, Miklagarðsblaðið og innkeypslista.
5. Broytingar
- SMS tilskilar sær rættin at broyta treytirnar, sum frá líður.
- Við munandi broytingum av treytunum fært tú eina fráboðan við telduposti í seinasta lagi 14 dagar áðrenn gildiskomu. Kanst tú ikki góðtaka broytingarnar, hevur tú altíð møguleika at melda teg úr Miklagarðs-appini áðrenn tær munandi broytingarnar koma í gildi. Sí meir um úrmelding í pkt. 7 niðanfyri.
6. Limafyrimunir
- Tín stovning av appini gevur tær atgongd til nakrar Fyrimunir sum nevnt í pkt. 1, sum tú, sum frá líður, verður kunnað/ur um og fær møguleika at nýta sum ein partur av tínum limaskapi.
- Teir ymisku Fyrimunirnir verða bjóðaðir út av antin P/f SMS ella øðrum samstarvsfelagum, sum P/f SMS ger avtalu við. Tað verður ávíst har, ið tú stovnar ella nýtir ein Fyrimun, um hann verður bjóðaður út av P/f SMS ella av samstarvsfelagum.
- P/f SMS tekur fyrivarni fyri breki í KT-skipanum í handlunum og á teimum pøllum, har Miklagarðs-appin er atkomuligt, sum elvir til, at ein møguligur Fyrimunur, t.d. ein fyrimunur, ikki kann loysast út. Møguligir mistir Fyrimunir kunnu ikki fáast við afturvirkandi gildi. Tú kanst seta teg í samband við kundatænastuna við at skriva til app@sms.fo, um tú hevur spurningar til tínar Fyrimunir.
- P/f SMS tekur fyrivarni fyri útseldum vørum ella vørutroti annars í handlunum, t.d. har ein vøra, sum tú við einum Fyrimuni kanst spara pening á, er útseld, so at tað ikki er møguligt at nýta Fyrimunin. Vit stremba sjálvandi eftir, at hetta ikki hendir, men vegna skiftandi kundastreym, veitingartíðir frá veitarum, ‘force majeure’ v.m. kann vørutrot koma fyri.
7. Uppsøgn og úrmelding
- Vit kunnu siga upp limaskap tín við 14 daga fráboðan.
- Tú kanst til einhvørja tíð og uttan nærri fráboðan melda teg úr appini við at fara inn á “www.miklagardur.fo”. Um tú ynskir at melda teg úr Miklagarðs-appini skalt tú biðja um, at tínar persónsupplýsingar verða strikaðar, á omanfyristandandi leinki. Tá ið tú biður um striking, endar tín limaskapur. Tað merkir eisini, at tú ikki longur kanst rita inn í appina. Gev gætur, at tað kann taka upp til 14 dagar at gera eina striking.
- Um tú meldar teg úr Miklagarðs-appini missir tú eisini teir Fyrimunir, tú skuldi havt tilknýtt og møguliga spart saman, herímillum virðisseðlar, fyrimunir v.m., í tínum limaskapi.
- Um tú meldar teg úr, verða tínar persónsupplýsingar, sum eru knýttar at tínum limaskapi, strikaðar undantikið tær persónsupplýsingarnar, sum vit eru rættarliga bundin at goyma í longri tíð.
- Gev gætur, at um tú meldar teg úr Miklagarðsappini fert tú framhaldandi at hava:
- appina á tíni telefon, uttan so at tú eisini strikar appina.
8. Mishald
- Við mishaldi av tínum skyldum viðvíkjandi hesum treytum tilskila vit okkum rættin at strika tín limaskap uttan nærri fráboðan. Eitt slíkt mishald kann t.d. vera, at treytir ikki vera hildnar, misnýtsla av limaskapinum ella Fyrimunum, persónsupplýsingum ella dátu annars.
9. Trygd og verja móti misnýtslu
- Tað er bert tann persónurin, sum hevur stovnað limaskapin, sum hevur atgongd til og umsjón við Miklagarðs-app limaskapinum. Fyri at varðveita umsjónina við limaskapinum og at sleppa undan, at onnur fáa atgongd (sum kann bera við sær atgongd til upplýsingar um keypsgongd), eigur tú ikki at deila kotuna til tín profil ella tíni tilknýttu gjaldkort við onnur.
- Tú hevur sjálv/ur ábyrgdina av, at upplýsingar veittar til P/f SMS, undir hesum bæði limaskap og profil, eru rættar og dagførdar.
- Tú eigur at vera serliga ansin um boð, sum biðja teg um at upplýsa ella veita gjaldkortsupplýsingar ella upplýsingar um tín limaskap ella tín profil. Um tú fært slík boð, og tú veitir tínar upplýsingar, kann tað hava samleikastuldur ella aðra misnýtslu við sær. Far altíð beinleiðis til appina ella eina heimasíðu, sum riggar til limaskapin ella profilin, tá tú skalt hava atgond til tínar trúnaðarligu upplýsingar, og ikki gjøgnum eitt ovurleinki í einum telduposti ella øðrum elektroniskum boðum, heldur ikki hóast tey síggja álítandi út.
- Vit kunnu óvirkja tín limaskap fyri at verja teg, P/f SMS ella okkara samstarvsfelagar í tilburði av trygdarhendingum, t.d. við vanda fyri misnýtslu av tínum persónsupplýsingum, herímillum samleikastuldri, ella øðrum svikaligum virksemi. Í so fall seta vit okkum í samband við teg skjótast gjørligt.
10. Persónsupplýsingar
- Sí Privatlívspolitikkin fyri Miklagarðsappina her.
11. Virðisseðlar (vouchers)
- Virðisseðlar geva ein fyrimun, t.d. eina sparing, sum kann nýtast við keypi av einari ella fleiri vørum í okkara fysiska handli.
- Virðisseðilin skal gerast virkin í appini fyri at kunna nýtast við kassan. Sum lýst omanfyri kunnu vit við tínum tilknýtta gjaldskorti vátta tín limaskap í okkara handli, og í tí sambandi verða møguligir virktir virðisseðlar loystir út, um treytirnar fyri nýtsluni av virðisseðlinum eru hildnar.
- Gev gætur, at virðisseðilin einans er galdandi í avmarkað tíðarskeið í appini. Tíðarskeiðið verður tilskilað á virðisseðlinum.
- Víst verður á ítøkiliga virðisseðilin fyri upplýsingar um gildistíð og møguligar aðrar serligar treytir fyri nýtslu av virðisseðlinum.
- Tá tíðarskeiðið, sum er tilskilað á virðisseðlinum, er endað, fellur virðisseðilin burtur av sær sjálvum og verður ikki longur at síggja, tá tú ritar inn.
12. Innkeypslisti
- Við Miklagarðs-appini kanst tú goyma tín innkeypslista, so tú altíð hevur atgongd til hann á tíni telefon.
- Tú kanst deila innkeypslistan við aðrar app-limir, og listin verður síðan samstillaður so hvørt, um tú ella hin limurin dagførir listan.
- Tú kanst senda eitt avrit av tínum innkeypslista til onnur, herímillum ikki-limir, við telduposti, sms-boðum o.s.fr.
- Vit taka fyrivarni fyri prentvillum, prísbroytingum, útgingnum vørum og útseldum vørum, sum verða lagdar afturat innkeypslistanum. P/f SMS er ikki bundið at teimum prísum, sum verða vístir á innkeypslistanum. P/f SMS hevur ikki ábyrgd av møguligum broyttum ella mistum upplýsingum, herímillum vegna atgondina hjá øðrum til innkeypslistan, har tú hevur deilt hann í appini.
13. Talgild Kvittan
- Við Talgildari Kvittan í Miklagarðs-appini hevur tú altíð kvittanirnar frá tínum keypum í Miklagarði liggjandi í appini.
- Í Talgild Kvittan verða tínar sparingar vístar sum fylgja tínum limaskapi, t.v.s. sparingar knýttar at limaprísum og persónligum prísum (mánaðarliga samanhópað upphædd og fyri hvørja kvittan).
- Gev gætur, at nakrar fáar upplýsingar í lógásettu kvittanini, sum tú kanst velja at fáa í handlinum ella talgilt (t.d. umvegis Storebox), ikki síggjast á tínum talgildu kvittanum í appini. Tað broytir ikki tað, at vit góðtaka tína talgildu kvittan í appini, um tú t.d. vilt nýta hana til at klaga um eina vøru.
- Vit goyma eitt talgilt avrit av tíni upprunaligu kvittan í okkara bókhaldsskipan fyri at halda bókhaldslógina. Les meir um goymslu av kvittanum í Privatlívspolitikkinum fyri Mikl
- P/f SMS hevur ikki ábyrgd av møguligum mistum ella av misgáum strikaðum kvittanum, herímillum møguligum fíggjarligum missum sum fylgja av væntandi kvittan í smb. við klagur.
14. Frískleikagaranti
- Í P/f SMS stremba vit altíð eftir, at okkara vørur liva upp til tínar væntanir. Skuldi ein vøra kortini verið ófullkomin, kanst tú skjótt og lættliga klaga í appini uttan at skula fara í handilin. Hetta kalla vit ‘Frískleikagaranti’. Tú verður betur stillað/ur enn við vanligari klagu, av tí at tú bert skalt senda eina mynd av vøruni og lýsa orsøkina til klaguna, og síðan kanst tú fáa ein virðisseðil uttan at skula í handilin.
- Tú skalt bara fara inn í appina og finna talgildu kvittanina fyri ta vøruna, sum tú ynskir at klaga um. Her kanst tú áseta, at tú ynskir at klaga um vøruna umvegis Frískleikagaranti. Síðan verður tú biðin um at taka eina mynd av vøruni og lýsa grundarlagið fyri klaguni og senda okkum hetta umvegis appina. Tú fært beinanvegin eini boð í appini, um klagan kann verða góðkend, og tú so statt kann fáa keypsprísin endurrindaðan sum ein talgildan virðisseðil í appini, ella um tú í hendinga førum verður biðin um at greiða klaguna á vanligan hátt í einum av okkara handli, t.d. vegna eftirlit.
- Tá tú endar Frískleikagaranti-tilgongdina og harvið tekur ímóti virðisseðlinum, verður hetta keypsrættarliga mett sum fullkomin og endalig avgerð av tínum klagumáli viðvíkjandi viðkomandi vørum. Tú kanst so statt ikki seinni klaga um ella á annan hátt seta fram krøv viðvíkjandi viðkomandi vørum.
- Tú kanst bert nýta Frískleikagaranti til vørur, sum eru keyptar við einum skrásettum gjaldkorti. Til aðrar vørur mugu vit biðja teg klaga á vanligan hátt í handlinum.
- Frískleikagaranti kann einans nýtast til tilskilaðar vørubólkar. Tað er at síggja í appini, tá tú velur eina ítøkiliga vøru á tíni kvittan, um Frískleikagaranti kann nýtast til viðkomandi vøruslag.
- Frískleikagaranti kann nýtast til eina vøru í upp til 3 dagar eftir keypið av viðkomandi vøru.
- Tú kanst bert nýta Frískleikagaranti eina ferð til ta somu vøruna. Um heilt serligar umstøður gera seg galdandi í tínari klagu (fremmandalikam í vøruni, fólkaskaði, sjúka ella tílíkt), vísa vit til, at tú setur teg í samband við handilin, av tí at Frískleikagaranti bert kann nýtast til at fáa keypsprísin á vøruni endurrindaðan.
- Vit taka fyrivarni fyri prentvillum og dátuvillum við útskriving av virðisseðlum umvegis Frískleikagaranti, og vit tilskila okkum rættin at rætta villur, herímillum skeivar upphæddir, á kvittanum, í Frískleikagaranti-tilgongdini og á virðisseðlum.
15. Lokalt niðursettar vørur
- Í Miklagarðs-appini kanst tú síggja niðursettar vørur í okkara handli. Tað eru m.a. vørur, sum nærkast “best fyri” dagfestingini. Haldførið er stutt, men aftur fyri eru prísirnir heilt í botni. Vørurnar eru merktar við gulum klistri.
- Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum.
16. Kundatænasta og klagur
- Hevur tú spurningar ella klagur til Miklagarðs-appina kanst tú skriva til kundatænastuna á app@sms.fo.
- Vit stremba altíð eftir at svara tíni áheitan umvegis teldupostin skjótast gjørligt.
17. Gildi og ábyrgd
- Um nøkur viðtøka ella nakrar viðtøkur í hesum treytum verða funnar ógildigar, ólógligar eller ógjørligar, halda hinar treytirnar fram at vera fult gildigar.
- P/f SMS ber ikki ábyrgdina av breki í KT-skipanum í handlunum og í sambandi við appina, sum førir við sær, at ein møguligur Fyrimunur, herímillum ein sparing, ikki kann nýtast. Møguligir mistir Fyrimunir kunnu ikki nýtast við afturvirkandi gildi. Set teg í samband við kundatænastuna, um tú hevur spurningar viðvíkjandi tínum møguligu Fyrimunum.