Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by
NIPS

2. HÆDD

Tel: 30 93 00
Facebook
Instagram
Heimasíða

Mánadag - hósdag
10.00 - 18.00

Fríggjadag
10.00 - 19.00

Leygardag
10.00 - 18.00

Sunnudag
Stongt

Arbeiðir saman við dóttrini 

Hanna Mohr Müller  / NIPS

Hanna og Rebekka Müller eru móðir og dóttir. Men ikki bara tað. Tær eru eisini starvsfelagar í SMS. Og tað er heilt perfekt, halda tær báðar 

Hanna er stjóri í Nips, Vero Moda og Name It. Rebekka starvast í Vero Moda, har hon hevur dagligu leiðsluna.  

– Hon er ikki tvingað til nakað. Eg haldi, at hon tímir hetta lívið væl, sigur Hanna og hyggur yvir á 22 ára gomlu dóttrina. 

Rebekka nikkar. 

– Fólk spyrja ofta, hvussu tað ber til, at eg tími at arbeiða saman við foreldrunum. Men eg síggi tað ikki sum nakran trupulleika. Vit arbeiða sera væl saman og kunnu tosa um alt. 

Arbeiðsdagurin hjá Hannu er fyri tað mesta í Nips, har hon m.a. bíleggur vørur, setur upp á pláss, dekorerar, leggur út á Instagram og annars hevur dagligu leiðsluna av handlinum. Opið er millum Nips og Vero Moda, og tí er stutt millum Hannu og Rebekku til arbeiðis. 

At vera dóttir stjóran 

Rebekka byrjaði í Miklagarði eftir skúlatíð sum 13 ára gomul. Síðani gekk leiðin í Name It nøkur ár. Eftir handilsskúlan var hon hálvt ár í Sport24 og fór síðani í læru hjá Vero Moda. 1. januar varð hon útlærd sum sølufólk við sergrein í tekstili, men hon hevði longu verið leiðari eina tíð. 

Eisini maður Hannu, Lars Müller, hevur sín arbeiðsdag í SMS. Hanna og Lars eiga átta handlar í SMS.  

Tað er eingin fyrimunur at vera dóttir stjóran, skulu vit heilsa og siga.  

– Lars hevur tað so, at tað skal ikki síggjast millum starvsfólkini, at hon er dóttir okkara. Hon skal ikki hava øðrvísi viðferð, sigur Hanna. 

– Tað er heldur hinvegin. Eg skal vera har mest, og eg haldi ikki, at eg havi haft nakran sjúkradag sigur Rebekka.  

Tá mamman fer at broyta 

Vanliga samstarva Hanna og Rebekka sera væl, men viðhvørt kemur góði stemningurin undir trýst. Tað er, tá ið mamman fer at broyta inni í Vero Moda.   

Tær flenna. 

– Mamma hugsar mest um, at tað er pent uppstillað. Eg hugsi meira um, at tað skal selja væl, sigur Rebekka. 

Eitt dømi: Hanna orkar ikki fyri, at smúkkur og turrikløð standa við kassan og roynir altíð at flyta tey runt í handlinum. Hjá Rebekku hevur tað stóran týdning, at smúkkur og turrikløð eru júst har, tí kundarnir eru vanir við at finna hesar vørurnar beint við kassan, og tað selur væl. 

– Rebekku dámar ikki, at eg flyti alt ov nógv runt í handlinum. Ofta biði eg hana koma eitt sindur seinni, tá ið eg havi verið í gongd eina góða løtu, flennir Hanna.  

Keypir sjálv inn 

Mamman er tann kreativa og dugir best at stilla upp, eru tær kortini samdar um. 

– Men Rebekka er um at koma eftir tí nú. Eg síggi, at tað kemur, sigur Hanna.  

Hon heldur tað vera spennandi at fylgja við hjá Vero Moda. Rebekka stendur nú sjálv fyri øllum klædnainnkeypinum, og tað hevur gingið sera væl. Viðhvørt eru tær ósamdar um, hvat fer at selja væl, og so vedda tær, um hetta verður ein bestseljari ella fer at hanga eftir á akslatrøunum. 

– Tú skalt tora at taka kjansir og keypa okkurt vilt til handilin. Okkurt í skríggjandi litum ella løgnum formi, sum kanska ikki selur væl, men sum er gott blikkfang, sigur Hanna. 

Reint og ruddiligt 

Í minsta lagi hvørja viku skal okkurt broytast, tí kundunum dámar best at síggja okkurt nýtt. Hanna arbeiðir nógv um kvøldarnar í Nips, Name It og Vero Moda, har hon ger nýggjar uppstillingar. 

Haraftrat er reingerðin sera umráðandi. 

– Eg gangi høgt uppí, at starvsfólk møta rættstundis, og at tað er støvsogið og vaskað. Tað skal vera perfekt, sigur Hanna. 

– Mann fer ongantíð heim frá einum óruddiligum handli. Eg havi lært frá mammu, at handilin skal vera 100 prosent, tá ið vit steingja. Alt skal liggja snórabeint og ruddiligt við kassan, og tað skal vera líka langt millum akslatrøini. So er klárt at lata upp aftur morgunin eftir, sigur Rebekka. 

Ikki øll elska SMS 

Hanna og Lars eiga trý børn: Tey bæði elstu, Jákup og Rebekka, hava bæði valt eina yrkisleið í SMS og hava útbúgving í handli. Tó er Jákup farin til Danmarkar at lesa antropologi, men mamman dylur ikki fyri, at hon einki hevur ímóti at fáa hann aftur í SMS. 

Hvat so við yngsta soninum? 

– Hann hatar SMS, siga báðar sum við ein munn og flenna í kíki.  

– Longu áðrenn hann var føddur, fór hann at sparka og rumstera, tá ið eg fór í SMS. Og tá ið eg seinni trillaði hann í barnavogni, fór hann at gráta, tá ið vit komu inn í SMS. Hann ætlar sær at vera timburmaður, og tað er heilt fínt, sigur Hanna. 

Rebekka og Hanna síggja fyri sær, at tær fara at arbeiða saman í nógv ár aftrat – í SMS sjálvandi. 

Navn: Hanna Mohr Müller 

Starv: Stjóri í Nips, Vero Moda og Name It 

Hjúnafelagi: Lars Müller 

Børn: Jákup, Rebekka og Emil