Opið í dag 14.00 - 21.00
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Ársins fyrsta SMS blað er úti nú

Í dag verður ársins fyrsta SMS blað borðið út í hvørt hús í Føroyum. Tað er eisini gjørligt at lesa SMS blaðið á sms.fo.

Ársins fyrsta blað ber brá av, at nú er vár, og at páskirnar eru í nánd. Fá eitt nú íblástur til vár- og summarmótan til bæði kvinnur og menn, fá vegleiðing til hvussu tú røkir tína húð og fá hugskot til páskamatskránna og páskaítriv. Les eisini um Sally Rasmussen, sum er nýggjur leiðari í Burger King, Sunset og Baresso og hvørjar broytingar, hon ætlar at fremja og sí myndir frá øllum tiltøkunum, sum hava verið í SMS í ár.

Tað er bara at fara í postkassan og lesa nýggja SMS blaðið, sum er á tremur við góðum lesnaði og íblástri.

Les nýggjasta SMS-blaðið HER