Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Atlantic Review 30 ár

Í sambandi við ársins fyrstu útgávu av Atlantic Review, og at tað í ár eru liðin 30 ár síðani, fyrsta blaðið kom út, skipar Atlantic Airways fyri stórari føðingardagsframsýning á Torginum í SMS komandi vikuskiftið.
Allar forsíðurnar frá 1990-2020 verða sýndar fram, umframt at skipað verður fyri kappingum og øðrum.

Leygardagin 11. januar kl. 12.30 fer Jóhanna á Bergi at siga nøkur orð, og síðan verður bjóðað kaffi og lagkøka. Aftaná verður barnatiltak, har Ingi Poulsen og Danny Baldursson fara at spæla og syngja nøkur løg, gyklarin Ásbjørn fer at vísa nøkur “tricks”, og maskotturin Atlas vitjar við ballónum og onkrum góðum til børnini.

Framsýningin hongur á torginum í SMS fríggjadagin 10. og leygardagin 11. januar 2020.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.