Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

KT starvsfólk til SMS
Til SMS samtakið leita vit eftir einum ágrytnum starvsfólki til KT deildina hjá okkum. SMS Samtakið fevnir um tvær handilsmiðstøðir, handlarnar Bónus, Mylnan, Miklagarður, matarstøðini í SMS, Angus Steakhouse og nøkur dótturfeløg. Samtakið er í støðugari menning, samstundis sum kunningartøknin fyllur alsamt meira, og vit flyta okkum meira talgilda og ”smarta” vegin. Tí leita vit nú eftir einum starvsfelaga, ið kann hjálpa okkum at menna og viðlíkahalda KT-økið í fyritøkuni. Uppgávurnar á KT-deildini fevna breitt, tú kemur millum annað at fáast við: KT- og netumsiting – Uppsetan, viðlíkahald og menning av skipanum Nær- og fjarsupport til okkara starvsfólk KT-trygd Skjalfesting v.m. Um tegTú mást hava skil fyri KT og evni og áhuga at seta teg inn í tær ymsu skipanirnar, sum vit brúka. Tú arbeiður skipað, og trívist væl í einum starvi, har ferðin er høg, og tað ofta eru nógvir bóltar í luftini. Tú mást duga at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og tað skal fella tær lætt at samskifta við veitarar, starvsfelagar o.ø. Útbúgving innan øki er ikki ein treyt. Tað er tó ein fyrimunur, hevur tú arbeiðsroyndir á økinum og royndir at arbeiða í Windows, Linux, Microsoft 365 og Business Central. Talan er um fulltíðarstarv, og lønt verður eftir avtalu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Jóhan Ziskason, KT-leiðara, á telefon 233434. Freistin at søkja starvið er 10. juli 2022 á midnátt. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, og setan er eftir avtalu. Send okkum umsókn, lívrensl og møgulig avrit av prógvum og viðmælum umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2187
Eru tit festival klár?
Hava tit funnið tykkum festival klæðini fram? Heitu troyggjuna, farvutu buksirnar og snøggu sólbrillurnar? Insito hevur nógv lekkurt inni í handlinum, so kom ein túr framvið, og finn festival plaggið.
Snøggar summarskálir
Nips hevur altíð tær nýggjastu og lekkrastu vørurnar. Nú hava tey eisini fingið farvuttar skálir, ið eru perfekt til summarið
Nógv lekkurt er at fáa í Horninum
Hornið hevur nógv lekkurt at bjóða tær. Kaffi, cappuccino, latte, te ella okkurt heilt annað.
Perfekta húgvugávan
Skálkur Man hevur nógv lekkurt til pisurnar. Eitt nú, skjúrtu, jakka ella slipsanál til fínari høvi. Vit hava opið til kl 18.00
Oyggjaspælið við Angelu og Hannibal
Angela og Hannibal vitja skattaoynna í SMS. Fríggjadagin, 23. juni, kl 16.00 koma Angela og Hannibal at spæla eitt oyggjaspæl saman við børnum. Vit bjóða okkurt leskiligt til børnini. Øll […]
Skattaoyggin í SMS
Nú kunnu bæði børn og foreldur gleða seg til stóra sjórænaralandið, sum verður inni í SMS alla summarfrítíðina. Vit vita, at summarveðrið í Føroyum kann vera skiftandi, og tá er […]
Stórt innandura spæliland í SMS
Nú kunnu bæði børn og foreldur gleða seg til stóra sjórænaralandið, sum verður inni í SMS alla summarfrítíðina. Vit vita, at summarveðrið í Føroyum kann vera skiftandi, og tá er […]
Drívmegi í SMS
23. til 28. mai Royn tína megi í SMS!Hvussu langt klárar tú at súkkla, rógva ella skíða í ein minutt? Klárar tú at draga ein tungan kassa ígjøgnum SMS? Ella tímir […]
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.