Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Baresso letur aftur

Baresso í SMS letur nú aftur, og 31. august letur nýtt matstað upp í nýggjum hami og við nýggjum konsepti.

“Fólk kunnu gleða seg til eitt nútímans matstað við einum føroyskum brái”, sigur Sally Rasmussen, leiðari fyri øll matstøðini í SMS. Tað verður eitt nýtt matstað við nýggjum møblum og keypsdiski, og eisini verður nógv nýtt á matskránni. “Tá Baresso ketan stongdi, gjørdu vit fleiri broytingar í okkara matskrá, eitt nú fingu vit vælumtókta bobbluteið, og nú verður matskráin enn størri og meiri fjølbroytt”, greiðir Sally frá.

Nýggja kafein og matstaðið letur upp aftur 31. august kl. 9, sama stað sum Baresso var við mongu av somu vælumtóktu vørunum á matskránni og eisini nógvum nýggjum.