Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Barnaprix 2019 finalan


Leygardagin 25. mai var Barnaprix finalan á Torginum í SMS. Vinnarin gjørdist Willian Da Silva, sum sang egið lag.

Trý undanumfør hava verið – í SMS, Atlantis og Løkshøll – og undirtøkan hevur verið sera góð. Tríggir vinnarar vóru kosnir til hvørt undanumfar, og skuldu hesi kappast um sigurin til finaluna. Børnini kappaðust um at framføra á G! Festivalinum, Tórsfestivalinum og á Summarfestivalinum og um gávukort frá SMS.

Afturat sjálva sangkappingina var ymiskt annað undirhald á skránni. Har var dansishow við dansibólkinum Dance567 and8, Jákup Dahl skemtaði og vinnarin frá danska barnaprixnum, MGP 2018, Mille & Co framførdi.

Ein spennandi dagur við bæði skemti, dansi og sangi.

VEIA fyriskipaði Barnaprix 2019 og SMS og MMR vóru høvuðsstuðlar.

Tey sum komu víðari til undanumførini vóru:

Løkshøll í Runavík: William Da Silva Simonsen , Klara Mortansdóttir og Anna Ronja.
Atlantis í Klaksvík : Paula, Theresa og Ebba
SMS: Gylta Djurhus Neystabø, Emilia Brockie Hansen og Anni Kate Steinkross Joensen