Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 20.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Barnaprix finalan 25. mai

Leygardagin 25. mai verður Barnaprix finalan á Torginum í SMS. Tiltakið byrjar kl. 17 og har verður sangur, skemt, dansur og undirhald av MGP 2018 vinnaranum á skránni.

Trý undanumfør hava verið – í SMS, Atlantis og Løkshøll – og undirtøkan hevur verið sera góð. Tríggir vinnarar vóru kosnir til hvørt undanumfar, og skulu hesi kappast um sigurin til finaluna á Torginum í SMS. Børnini kappast um at framføra á G! Festivalinum, Tórsfestivalinum og á Summarfestivalinum og um gávukort frá SMS.

Afturat sjálva sangkappingina verður ymiskt annað undirhald á skránni. Har verður dansishow við dansibólkinum Dance567 and8, Jákup Dahl fer at skemta og vinnarin frá danska barnaprixnum, MGP 2018, Mille & Co koma eisini at framføra til finaluna.

Ein spennandi dagur við bæði skemti, dansi og sangi. Tiltakið byrjar kl. 17 og endar umleið kl. 18.30, og tað er sjálvandi ókeypis.

Tað er VEIA, sum er fyriskipari av Barnaprixnum 2019 og SMS og MMR eru høvuðsstuðlar.

Her er tað Mille sum framførir vinnandi lagið frá MGP 2018 ‘Til næste år’