Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 19.00
Miklagarður
09.00 - 19.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Barnaprix í SMS

Fyrsta Barnaprix umfarið í meira enn 14 ár í SMS

Leygardagin 4. mai kl. 15 verður Barnaprix á Torginum í SMS. Hetta er fyrsta Barnaprix umfarið í meira enn 14 ár, og er undirtøkan sera góð.

Tað vera 12 børn, sum luttaka í SMS leygardagin. Børnini eru millum 8-13 ár, og tey hava valt ymsar sangir at framføra.

Afturat teimum luttakandi verður undirhald við Hip-Hop dansarum, og eisini fer Beinir Troest at framføra. 

Trý børn sleppa víðari til finaluna, og tá fara tey at kappast um at framføra á G! Festivalinum, Tórsfestivalinum og á Summarfestivalinum, og afturat tí fáa tey eisini gávukort frá SMS.

Vertirnnir til øll umførini eru kend andlit millum bæði børn og vaksin, nevnliga Angela Petersen og Vár Berghamar Jacobsen. Somuleiðis eru tað roynd fólk innan føroyska tónleikaheimin, sum verða dómarar. 

Trý undanumfør vera í sambandi við Barnaprix, og finalan verður í SMS 25. mai. Tað fyrsta undanumfarið verður 4. mai í SMS, tað næsta 16. mai í Atlantis í Klaksvík og tað triðja 18. mai í Løkshøll í Runavík. 


Børnini kunnu tekna seg til komandi undanumfør á www.Barnaprix.org. Nøkur fá pláss eru eftur. Har kanst tú eisini lesa meira um Barnaprix.

Nærri skrá kemur seinni.