Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Beatles framsýning í SMS

Føroya størsta Beatles samling á Torginum í SMS. Eitt nú vera sera sjáldsamar vinylplátur og ljóðføri víst fram. Talan er um føroyskar Beatles fjepparar, sum gjøgnum nógv ár hava samlað tilfar, sum nú verður víst fram.

Ongin Beatles vika uttan tónleik og tískil fara føroyskir tónleikarar at framføra Beatles løg við teirra egnu tulkingum. Mánadagin 13. mai er tað Hans Ravnsfjall, ið fer at framføra, týsdagin 14. mai er tað Guðrun Sólja Jacobsen, sum fer á pallin og mikudagin 15. mai framførir Eyðun Nolsøe Beatles løg. Allar framførslurnar byrja kl. 16.30.

Sum nakað heilt serstakt er framleitt ein 4×3 metrar stór mynd av Abbey Road við eyðkenda fótgangarateignum frammanfyri, soleiðis at fólk kunnu taka mynd av sær framman fyri hesa kendu gøtuna og kenna seg sum Beatles stjørnur eina løtu.

Framsýningin er opin frá mánadegnum 13. mai kl. 15 til hósdagin 16. mai 2019