Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Besta grýla 2021

Vegna koronu, verður onki føstulávintstiltak í SMS í ár, men tað merkir ikki, at grýlurnar skulu snýtast fyri tað!

Vit fara nevnliga at heita á øll um at senda okkum myndir av fittu, vøkru, óhugnaligu og stuttligu grýlunum, og soleiðis vera við í kappingini um eitt SMS-gávukort upp á 500 kr.

Grýlurnar verða, sum vant, bólkaðar eftir aldri; 0-3 ár, 4-7 og 8-12 ár. Ein dómsnevnd hyggur allar myndirnar ígjøgnum og velur bestu grýlurnar í hvørjum aldursbólki.

Myndir kunnu sendast til sms@sms.fo, á okkara Facebook vanga ella Instagram. Viðmerk navn og aldur á barninum. Til ber eisini at frámerkja sms.fo á Instagram og Facebook og soleiðis vera við í kappingini (gg. hetta er bert galdandi fyri uppsløg og ikki story).

Freistin at luttaka er mikudagin 17. februar.

Myndirnar, sum koma inn, vera síðan lagdar út á Facebook, Instagram og her á sms.fo.