Binda troyggjur við framkomnari tøkni
Óli Kristian á Torkilsheyggi / Navia
Nýggju Tøta-troyggjurnar hjá Navia eru bundnar við 3D-bindimaskinu, sum gevur nógv burðardyggari framleiðslu.
-Abbi hevði helst sagt, at hetta er gandur, sigur Óla Kristian á Torkilsheyggi við einum brosi.
Á brúna gólvinum á niðastu hædd í høvuðsbygninginum hjá Navia á Toftum stendur spildurnýggja Shima Seiki-bindimaskinan og hurrar. Hon er í gongd við at binda eina myrkagráa mannfólkatroyggju úr fínari, mjúkari merino-ull. Tað gongur við rúkandi ferð – 50 minuttir, so er troyggjan liðug.
Tað serliga er, at hetta er ein 3D-bindimaskina, sum bindur pløggini heilt liðug. Ermar, bulur, rendur, kragi, ja, alt er liðugt, tá ið maskinan sleppur troyggjuni. Bara ein tráður skal heftast. Einki skal klippast upp og seymast saman. Eftir er bara at vaska troyggjuna, strúka hana og seyma Navia-merkið í.
-Hetta er fyrsta bindimaskina av sínum slag í danska ríkinum, greiðir Óla Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia, frá.
Burðardygd og fleksibilitetur
Nógvir fyrimunir eru við nýggju maskinuni. Hon gevur burðardygga framleiðslu, tí einki tilfar fer burtur. Tá ið bundið verður við vanligum bindimaskinum, fer upp í 30 % av tilfarinum burtur, tí ymsu partarnir verða bundnir hvør sær, kliptir til og seymaðir saman.
Ein annar fyrimunur er, at framleiðslan er í Føroyum. Navia hevur annars havt framleiðsluna av lidnum vørum í Turkalandi, men nú verður ein partur av vøruúrvalinum bundin á Toftum. Í fyrstu atløgu verða tað pløggini úr merino-ull í nýggju Tøta-basislinjuni, sum verða bundin í Føroyum, men Navia hevur longu bílagt eina 3D-bindimaskinu aftrat, sum fer at binda pløgg úr føroyskari ull.
Harumframt gevur bindimaskinan størri fleksibilitet og størri vøruúrval. Tað er lætt at seta nýggjar litir til pløggini, og maskinan framleiðir skjótt.
Behagiligt at vera í
Sjálvur er Óla Kristian í einari kongabláari troyggju, sum er bundin við nýggju bindimaskinuni.
-Eingin seymur er í troyggjuni, og tí er hon nógv behagiligari enn aðrar troyggjur. Hon leggur seg betur eftir kroppinum – á sama hátt sum hondbundnar troyggjur, sigur hann.
Pløggini í nýggju Tøta-linjuni fáast í handlinum hjá Navia í SMS. Hetta eru klassiskar, einlittar troyggjur í ymsum litum til bæði kvinnur, menn og børn. Ullin er rein merino, t.v.s. uttan tilgjørd evni. Óla Kristian sigur, at júst hetta hevur stóran týdning fyri yngra ættarliðið, sum raðfestir tað burðardygga.
Uppvaksin við troyggjum og tógvi
Navia hevur tvær høvuðsframleiðslur. Onnur er tógv, og hin er liðug pløgg. Umframt handlar í Føroyum selur Navia tógv í útivið 200 handlum uttan fyri Føroyar. Størsti parturin av tónum hjá Navia verður selt uttan fyri landoddarnar.
Tógv og spinning hevur verið partur av uppvøkstrinum hjá Óla Kristiani. Hann er nevniliga av familjuni, sum stovnaði Tøting í Syðrugøtu. Langomman, Sofía Gregersen, setti konur í starv at binda skipstroyggjur, og hetta var byrjanin til Tøtingarvirkið. Seinni yvirtók abbi Óla Kristian virkið og síðani ein mammubeiggi hansara.
SMS hjálpti
SMS eigur ein stóran leiklut í søguni hjá Navia, sigur Óla Kristian.
Fyritøkan sá dagsins ljós í 2004. Óla Kristian var 22 ára gamal og lærdi marknaðarførslubúskap í Herning. Navia var skúlaverkætlanin hjá honum og byrjaði við bert 2.000 krónum í eginkapitali.
Hann gjørdi eina bindikapping og gav eina bindibók út. Í góðum samstarvi við SMS skipaði hann fyri stórum tiltaki á Torginum, har troyggjurnar frá kappingini vórðu sýndar fram, og bindibókin almannakunngjørd.
-Vælvildin hjá SMS setti veruliga ferð á Navia. Hans Mortensen og Niels Mortensen sóu beinanvegin hugskotið í hesum. Teir trúðu upp á verkætlanina og marknaðarførdu hana. Hetta hevði sera stóran týdning fyri meg, sigur Óla Kristian.
Fyrstu árini fevndi Navia bara um tógv, men í 2008 fóru tey eisini at framleiða troyggjur og seinni aðrar vørur.
Seinastu 11 árini hevur Navia havt handil í SMS, har fólk kunnu keypa tógv, liðug pløgg, taskur og aðrar lutir.