Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Blusa til damur

(blusan á myndini er stødd M) 

Stødd: S (M) L (XL) 
Vídd: 97 (103) 109 (115) cm 
Longd: 51 (56) 60 (66) cm 
Tógv: 3 (3) 4 (5) noðu av Navia Uno Vintage teak 167 
            4 (4) 6 (7) noðu avl Navia Alpakka Vintage teak 867 

Stokkar: Rundstokkur nr. 3 og nr. 4 (60 eller 80 cm), ermastokkar nr. 3  
            
Bint soleiðis at 20 eygu bundin slætt á stokki nr. 4 máta 10 cm í vídd. Hetta hevur týdning, um plaggið skal fáa røttu støddina.  

Legg til merkis: Blusan er bundin við tveimum træðrum: 1 tráði Navia Uno og 1 tráði Navia Alpakka saman. 

Bulur: Bint runt. Kasta 194 (206) 218 (230) eygu upp á rundstokki nr. 3 við italienska háttinum og við Navia Uno og Navia Alpakka saman. Bint 10 umfør rond (1 rætt, 1 rangt). Skift til rundstokk nr. 4 og bint (runt) slætt til bulurin mátar 27 (30) 32 (35) cm (ella eftir tørvi). Læs síðan av til ermagap soleiðis: Læs 4 eygu av – bint 89 (95) 101 (107) eygu slætt – læs 8 eygu av – bint 89 (95) 101 (107) eygu slætt – læs 4 eygu av. Legg bulin til síðis og bint ermarnar. 
 
Ermar: Bint runt. Kasta 80 (84) 88 (92) eygu upp á ermastokkar nr. 3 við italienska háttinum og við Navia Uno og Navia Alpakka saman. Bint 10 umfør rond (1 rætt, 1 rangt), meðan tað á síðsta umfari verða læst 8 eygu av mitt undir ermuni. Legg ermuna til síðis og bint eina ermu afturat.   
 
Raglan: Flyt øll 322 (342) 362 (382) eyguni yvir á runstokk nr. 4 soleiðis at ermarnar eru omanfyri ermagapið á bulinum. Bint 1 umfar slætt, samstundis sum 2 eygu verða bundin saman har bulur og erma møtast (318 (338) 358 (378) eygu). Set merkitráð runt um tey samanbundnu eyguni. Bint síðan 2 (3) 4 (6) umfør slætt, áðrenn tikið verður inn  til raglan soleiðis: Bint til 1 eyga er eftir til merkitráðin, tak 2 eygu rætt av, (sum at tey skulu verða bundin saman) bint 1 rætt, flyt tey 2 leysu eyguni yvirum. Tak av á henda hátt á 2. hvørjum umfari í alt  26 (28) 30 (31) ferð og tað eru 110 (114) 118 (130) eygu eftir. 
Síðan verða tey 15 (17) 19 (19) eyguni í miðjuni á forstykkinum sett at hvíla til háls.  Umfari byrjar nú á høgru síðu av hálsinum framman. Bint aftur og fram og halt áfram at taka av til raglan (á rættuni), samstundis sum tikið verður víðari av til háls við at binda 2 tey fyrstu og 2 tey síðstu eyguni saman á 2. hvørjum umfari íalt  4 (4) 4 (5) ferð. Síðan verður hálsurin bundin. 

Hálsur: Bint umleið 76 (80) 84 (88) eygu fram við hálsinum á ermastokkum nr. 3 við 1 tráði av Uno og 1 tráði av Alpakka og bint 10 umfør rond (1 rætt, 1 rangt). Læs av í rond (1 rætt, 1 rangt) við italienska háttinum. 

Vask: Vaska blusuna við Navia ullasápu og legg hana at torna. 

Sniðgevi: Sára J. Mrdalo 

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.